Skal hitt heilaga evangelium nøu eisini privatiserast?

Tað eru nú mong ár síðani, at Niels Juel Arge, sáli, valdi, at lata onkran av prestum okkara viðgera sunnudagstekstin í eini stuttari sending leygarkvøldið fyri, at guðstænasturnar vórðu hildnar í kirkjunum kring landið. Guðsjáttandi friðsemi yvir hesi sending hevur dámað mongum, og táið eg annars havi verið heima staddur, verður alt annað lagt niður, fyri at hoyra útleggingina, hetta seinasta árið, hjá hinum sera skilagóða glyvrapresti Meinhardi Bjartalíð

Táið Flóvin hevur hálað teir seinastu harmonikutónarnar úr bjølginum og tey seinastu tíðindini eru farin aftur við borðinum, so hevur tað mær vitandi ikki sligið feil í fleiri tíggjutals ár, at ein av okkara pastorum trein inn á pallin og sendi eina kvøðu inn í hvørt heim í Føroyum við fyrivarninginum um, hvar roknast kundi við, at teir fóru at plasera seg í heilagu skriftunum á prædikustólunum dagin eftir.

Í kvøld varð alt øðrvísi. Táið Gunnar Skúvadal var liðugur við sína uppgávu, kom ein ókend kynsleys mansrødd til mikrofonina, og boðaði frá, at nú fór jammurin úr musikkmaskinuni at koyra fram til kirkjutíð í morgin. Hetta var óvæntað. Mundi hetta hava nakað samband við yvirtøkuna av Fólkakirkjuni, ella við innsetanina av nýggjum biskupi ella við uppáhildnu avkristnanina, sum ávísir bólkar í samfelagnum halda seg síggja í konturarnar á.

Meini so við. Sunnudagurin í morgin er hin seinasti í kirkjuárinum. Annar sunnudagur er harvið hin fyrsti í kirkjuárinum, vanliga nevndur fyrsti sunnudagur í advent. Ófatiligt at public-service rásin, Kringvarp Føroya, við 70 milliónum tvangskravdum skattakrónum sum rakstrargrundarlagi, nú eisini hevur rationaliserað hesa sendingina burtur, eins og dastið av tí sum fólk tíma at lurta eftir.

Vágaði mær at ringja mín góða vin Meinhard Bjartalíð upp. Hann skilti heldur onki av hesum, tí hann hevði lisið evangeliið inn á stálband fyri fleiri døgum síðani. Gjørt sær stóran ómak, nú fyrra tekstarøðin endar, og farið verður inn í eitt nýtt kirkjuár annan sunnudag. Hartil hevði hann lagt hin óvanliga vakra sálmin, Nú hvítna tindar, hjá Roberti Joensen, sum meira er egin yrking enn týðing, inn í endan á sendingini.

Ímeðan størri og størri partur av sendiflatuni er vorðin tannleys tómgongd, og alt annars betong, teknikkur og bókhald, ætlar Mentamálaráðið at byggja uppí í Sortudýki fyri einar 52 milliónir av skattaborgaranna peningi. Ímeðan er Jón Brian Vidtfelt, sum einsmansherur, í holt við at útkonkurera alment goldnu rásina við sjeymílafetum. Alt fleiri fólk, eisini tey mest trúføstu ímóti Útvarpinum í hálvthundrað ár, eru nú farin at lurta eftir Rás 2 sum høvuðsrás. Kanska hevði tað verið eitt hugskot, at Hitt Heilaga Evangelium, varð privatiserað. Bjartalíð á Rás2 leygarkvøld kl. 21.50, ja, hví ikki tað? Neyvan er tað hugsandi, at Jan Múller fer at seta seg upp ímóti hesum, hóast hann ikki hevur lógligar heimildar at rættarsøkja sínar lurtarar, skuldu teir verið so gáloysnir ikki at goldið fyri lisensin.