Skal Havnin vera ein kommunu-almannastova?

Dupultmoralur og sjálvsøkn
Nú búgvi eg ikki í Havn, men eg kann lata vera við at spyrja: Hvar kemur hesin tokkin hjá bygdafólkum til Havnina frá? Bygdafólk hava alla mína tíð grenja um Havnina og havt lítlan tokka og virðing fyri fólkið, sum býr í Havn. Nú vilja ymsar smáar bygdakommunur upp í Tórshavnar kommunu. Eg havi einki ímóti hesum bygdafólki ella kommunusamanlegging, men tá tað bert tykist at vera ynski um pengar úr Tórshavnar kommunu, sum stendur aftan fyri hetta ynski um kommunusamanlegging, so tykist tað bæði dupultmoralskt og sjálvsøki.
Lítil ivi er í, hvør fær mest burturúr hesi samanlegging. Tað fer óivað fleirfalda so nógvir pengar úr Havnini til hesi smápláss, enn tað koma frá teimum til kommunukassan í Havn.

Sunda kommuna
Sunda kommuna er eitt gott dømi um kommunusamanlegging, ið gevur meining. Her eru fleiri lítlar grannabygdir, ið hava sæð, hvat tær kunnu geva hvørjum øðrum, og hvat tær kunnu fremja í felag. Her er talan um eina samanlegging, ið er samhaldsføst og skilagóð.

Blokkstuðuls-mentalitetur
Hetta her við at ynskja og biða um pengar úr einum pengakassa, ein einki beinleiðis samband ella rætt hevur til, minnir um ynski føroyinga til blokkstuðul – sum um hetta er ein íborin rættur. Mær tykist, at blokkstuðuls-mentaliteturin hevur órógva fatanina av tilverugrundarlag og ábyrgd hjá nógvum føroyingum. Vit mugu eisini duga at síggja, hvat ein kann loyva sær at biða um. Míni børn sýna meira hógv, tá ið tey biða um okkurt, enn nógv vaksin í Føroyum. Vanahugsanin um rætt til pengar, ein ikki sjálvur hevur arbeitt fyri, er sera avskeplandi og skaðilig. Satt at siga dugi eg ikki at síggja, hví lítlu kommunurnar ikki kunnu tosa við sínar grannakommunur og finna eina góða loysn viðvíkjandi kommunusamanlegging. Tað átti at verið tað mest logiska og skilabesta at gera.
Eingin kommuna eigur at virka sum ein almannastova fyri aðra kommunu. Tað vil bert fungera sum ein respirator og fremja líkasælu, framtaks- og visjónsloysi í minnu kommununi. Um tú ikki megnar at lívbjarga tær sjálvum, har tú ert, mást tú taka fylgjurnar av hesum.