Skal hava tríggjar Airbussar

Atlantic Airways hevur gjørt enn ein sáttmála við donsku ferðaskrivstovuna, Atlantis Rejser, um leiguflúgving. Talan verður um flúgving suðureftir úr Keypmannahavn frá oktober 2013. Atlantis Rejser leggur serliga stóran dent á Egyptaland sum ferðamál og var fyrsta norðurlendska ferðaskrivstovan, sum beyð ferðafólki at flúgva til Sharm el Sheikh.

Sáttmálin er í fyrsta um­fari galdandi til 2016. Um­setn­ing­ur­in er mett­ur til 80 mió. kr. í 2013 og 2014. Atlantic Airways skal flúgva fyri Atlantis Rejser úr Keypmannahavn alt árið.

Í november gjørdu Atlantis rejs­er og Atlantic Airways sátt­mála um flúgving úr Bill­und. Nýggja avtalan ber í sær, at Atlantic Airways fer at út­vega sær eitt triðja flogfar av slagnum Airbus 319, sum vænt­andi kemur í flotan í ok­to­b­er mánaði. Flogfarið skal eis­ini røkja flúgving til Føroya úr Keyp­mannahavn umframt aðra leiguflúgving. Næsta Ai­r­bus-flogfarið væntast í juni.

– Hendan avtalan er sera týdn­ing­a­r­mikil fyri okkum, og vit eru takksom fyri tað á­lit, Atlantis Rejser hevur víst okk­um sum flogfelag. Samstarvið við donsku ferðaskrivstovuna um flúgving suðureftir styðj­ar væl upp undir okkara mál at fáa fleiri flogfør av slag­num Airbus 319 í flúgving. Sam­starv­ið við kilenska flogfelagið DAP ruddar samstundis sló fyri at minka um talið á teim­um eldru British Aeospace-flog­før­u­num. Eitt flogfør fór til Kili mill­um jóla og nýggjárs, og út­lit eru til, at tað næsta fer til Kili í oktober, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Í flotanum hjá felagnum eru í løtuni eitt Airbus 319-flog­far, trý flogfør av slag­num British Aerospace og har­aft­rat ­tvær tyrlur. Móti ársenda rokn­ar felagið við at hava trý Airbus-flogfør og eitt av slag­num Birtish Aerospace. At­lan­tic Airways hevur sum fremsta mál at røkja sambandið mill­um Føroyar og umheimin, men avtalur um leiguflúgving hava leingi verið eitt gott íkast í rakst­urin og menningina av fel­a­g­num.