Í formansfrágreiðing síni um arbeiðið í hesi rørsluni takkaði Bergur fyri mong góð ár í Heimamissiónini.
Hann byrjaði fyri mongum árum síðani sum ungdómsráðgevi, og hevur tey seinastu árini verið formaður, nú hann leggur frá sær sum slíkur og samstundis fer úr høvuðsstýrinum.
- Eg havi her fingið møguleika at royna meg á nógvum ymiskum økjum, og havi staðið í nógvum avbjóðandi uppgávum. Hetta hevur verið ein spennandi tíð, men sum eisini hevur verið strævin.
- Men lat meg so beinanvegin leggja dent á, at eg fari ikki úr høvuðsstýrinum vegna nakra ósemju, segði Bergur fyri teirri helst bilsnu mannfjøldini.
Samstundis boðaði hann frá, at hann ætlar at biðja um orlov frá prestaembæti sínum við Vesturkirkjuna í Havn í eitt ár, frá 1. juli 2007 at rokna.
Eftir framløguna av hesi seinastu frágreiðing síni nýttu mong fólk høvið til at takka Bergi fyri tann týdning hansara arbeiði og uppmuntrandi sinnalag hava havt fyri kirkju og missiónsarbeiðið í mong ár.