Skal Fiskimálastýrið valda og fiski/útróðrarmaðurin gjalda?

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin

Fiskiskapurin higartil í ár hevur verið vánaligur, og nógvir útróðrarmenn hava kent sviðan av hesum. Visiónsætlanin fyri tann ella tey, ið valdu fiskivinnuna sum lívsstarv, gevur ikki grundarlag fyri bjartskygni, tí innan hesa vinnu skulu so fá fólk sum gjørligt luttaka, og størri og effektivari skip og maskinur avloysa fiski og verkamannin áðrenn 2015.
Fyri nøkrum døgum síðani lýsti Fiskimálastýrið í kunngerð ein eykaskatt ella avgreiðslugjald til allar skipa- og bátaeigarar áljóðandi 500 krónur, hetta fyri at fáa eitt fiskiloyvi útskrivað. Gjaldið er einsljóðandi, hóast talan er um bát sum hevði tað einu avreiðingina, ið gav nakrar fáar hundrað krónur, ella talan var um skip, ið hevur avreitt fyri fleiri 10-tals milliónir. Harumframt hevur fiskimálastýrið ásett eitt gjald áljóðandi 800 krónur fyri hvørja flyting av fiskidøgum og kvotum.
Formliga er heimild at skipa mannagongdir við loyvum og gjøldum, men upphæddin er órímulig, býtið millum bólkar skeivt og ikki í samsvar við tað, sum tingið ætlaði. Meiningin var ikki, at gjøld frá fiski og útróðrarmonnum skuldi verða til inntøku hjá ráðnum.

Stýrisskipanin ásetur greitt

§ 41. Eingin beinleiðis ella óbeinleiðis skattur má verða álagdur, broyttur ella avtikin uttan við løgtingslóg.

Tað er ikki Løgtingið, ið hevur samtykt at krevja pengar frá útróðrarmanninum fyri at skriva honum sama loyvi út av nýggjum.
Um tað almenna skal krevja pengar frá borgarum, má tað tí antin vera skattur, ið bæði er heimilaður í lóg og samtyktur á fíggjarlóg, ella skal talan vera um brúksgjøld, har neyvt samsvar er millum gjøld og tænastur. Tænastugjøld mugu eisini vera í samsvar við góðan fyrisitingarsið; hesi ásettu gjøldini eru neyvan úrslitið av eini nøktandi hoyring.
Hvat tænastuni viðvíkur, so er útskrivan av loyvum neyvan størri útreiðsla enn tvey A4ørk, frímerki og nakrir minuttir í málsviðgerð, alt er jú teldutøkt.
Mín spurningur er: Hví verður hetta avgreiðslugjaldið álagt frá 1. september 2006, nú fíggjarárið er gott og væl hálvrunnið?
Upphæddin er týðiliga bert eitt runt tal, sum kemur væl við hjá Fiskimálstýrinum, nú teir vórðu dømdir at gjalda góðar 3 mlliónir, fyri at hava tikið eitt fiskiloyvi aftur ólógliga. Men tað er neyvan góður fyrisitingarsiður, at lata útróðrarmannin gjalda ta rokningina.