Finnur Justinussen er veruliga komin í gongd í Effo-deildini. Seinastu 3 dystirnar hevur málslúkurin á Víkinga liðnum fingið 4 mál. Men tað eru fleiri, ið meta at Finnur skuldi verið skrásettur fyri 5 mál.
Tað varð upprunaliga hildið at Finnur Justinussen skeyt hattrick, tá Víkingur fríggjakvøldið spældi móti NSÍ, men á dómaraseðilinum hevði dómarin valt at skráseta tað fyrsta málið í dystinum sum sjálvmál. Tað sjálvmálið er Einar Tróndargjógv skrásettur fyri.
Sostatt varð Finnur Justinussen skrásettur fyri tvey av málunum í 3-0 sigrinum móti NSÍ.
Les eisini: Finnur sær ikki sítt hattrick
Her ber til at meta um, um Finnur Justinussen skuldi verið skrásettur fyri málið, ella um málið skal vera skrásett sum sjálvmál.