Skal fáa ungdómin at støðast

- Eg fari at halda fram, har Jona Henriksen, skrivari, slepti, umframt at eg fari at skipa tiltøk fyri børn og ung, sigur Símun Pauli Olsen, vanliga nevndur Gimmi

Gimmi er 20 ára gamal klaksvíkingur, sum hevur sett sær fyri at seta dám á virksemið í KFUM og KFUK.

Hesir felagsskapir, sum báðir hava hvør sína nevnd, fara nú at hava felags skrivara.

- Hóast tað ljóðar ógvusligt, so er tað kortini ikki bert mín arbeiðsmegi, sum skal nýtast at skipa fyri tiltøkum o.ø. innan felagsskapirnar,sigur Gimmi.


Samskipari fyri

ung og gomul

Hann sigur, at nevndirnar báðar gera eitt ógvuliga stórt arbeiði, men at hann skal virka sum samskipari, tá tað snýr seg um at skapa virksemi í KFUM og KFUK.

- Vit skipa fyri tiltøkum fyri at kalla allar aldursbólkar, frá smábørnum og til gomul fólk.

Umframt at taka yvir, har Jona Henriksen slepti, eftir at hava virkað sum skrivari í 30 ár, so fari eg serliga at taka mær av ungdómsarbeiðinum, ið hevur ligið á láni seinastu árini.

Byrjað verður við Várgleði í KFUK kl. 17 týsdagin. Hetta er tiltak fyri børnum upp til 12 ár, og týsdag kl. 19 í KFUM, er fyri tannáringum 13 til 16 ár. Umframt tað er fríggjakvøld opið hús í KFUM fyri ungdóminum. Har er billard,bobbspæl, borðtennis og dartspæl, sum tey ungu kunnu stytta sær stundir við, umframt at kristiligur fundir verða hildnir.

Spurdur hví ein 20 ára gamal søkti arbeiði sum skrivari í hesum felagsskapum, sigur Gimmi, at hann sá lýsingina í bløðunum, og hugsaði eisini, at hetta mundi vera spennandi arbeiði, men at hann ikki hevði ætlað sær at sent umsókn.

- Tá eg síðani varð biðin um at søkja, vardi tað ikki leingi at umhugsað tað, sigur Gimmi.


Arbeitt millum narkomanar

Hann hevur gingið á Handilsskúla í trý ár, og hevur havt fiskaarbeiði. Umframt tað hevur hann arbeitt á donskum heimum hjá Blkross felagskapinum í sjey mánaðir

- Eg var á ?Blue College³ í Vorbasse, sum er heim fyri alkoholikarar og narkomanar.

- Eisini havi eg arbeitt á sonevndari ?hitastovu³ í Herning. Hetta er herberg fyri fólk, sum ongan bústað hava, og tað eru oftast eisini alkoholikarar og narkomanar. Herbergið er opið allan sólarringin.

Gimmi sigur frá, hann helt jól á herberginum í fjør, saman við 60 fólkum, sum ikki høvdu aðrastaðni at fara.

- Tað vóru eini góð jól kortini, sigur Gimmi, sum eftir røttum skuldi farið avstað aftur til Danmarkar at arbeiða, men at hann ístaðin valdi skrivarastarvið í KFUK og KFUM.