Í røðu síni segði Símun Pauli Poulsen, formaður í Eldraráðnum, at nevndin, ið hevur til uppgávu at fyrireika Eldraárið, fór ov seint til verka. Hvussu er og ikki gekk alt sum fótur í hosu í Klingruni í Norðurlandahúsinum mikudagin, tá ið Eldraárið varð sett. Vakrar mansrøddir, mentunarligt undirhald, felagssangur og tað treyt ikki við teim góðu og væl meintu orðunum.
Gott er at kenna hitan av hondum, ið sleptu
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, setti Eldraárið. Í røðu síni greiddi hon frá upprunanum til Eldraárið og endamálinum við at taka spurningar, ið snúgva seg um tey eldru, upp til kjak.
? Henda øldin hevur fingið nógv ymisk heiti. Eftirkrígstíðin, samskiftisøldin, globaliseringsøldin og annað mangt. Tá ið Koffi Anan tók við sum aðalskrivari í ST skoytti hann uppí, at hetta var øldin hjá tí langa lívinum. Í tað legði hann, at í nýggjari tíð er miðallivialdurin longdur 20 ár, og tað er sjálvsagt ein positiv gongd. Men tað krevur eina ábyrgd, fyrst og fremst eina sínámillum ábyrgd, men eisini eina politiska ábyrgd.
? Tað er ymiskt, hvussu tey eldru hava tað í ymiskum samfeløgum. Aðra staðni eru betri skipanir av ymiskum slag, hægri pensjónir, íbúðarískoyti, men eisini størri einsemi. Enn er gjógvin millum tey yngru og tey eldru ikki so djúp í Føroyum. Føroyar eru eitt samfelag fyri øll, eins og yvirskriftin hjá ST sipar til, segði Helena Dam á Neystabø.
Landsstýriskvinnan nevndi, hvussu Eldraárið fer at seta dám at hetta síðsta árið í øldini. Hon gjørdi vart við, at samstundis sum, at tað eru fleiri kvinnur enn menn, ið fáa ein hægri livialdur, eru tað kvinnurnar, ið eru í størsta vanda fyri at detta í fátækrafelluna. Og hetta eiga vit at geva gætur.
Í L.F.P. eru bert fólk, sum elska frið og semju
Formaðurin í Landsfelag Pensiónistanna, L.F.P., Tómas Tómasson, greiddi frá Landsfelagnum, viðtøkum, reglum og virkseminum.
? 14 lokal feløg eru við og felagið er óheft politiskt og átrúnaðarliga. Felagið er limur í Nordist Samarbeidskommité og í Upplýsingarfelagskapi Verkamanna. Saman við Reyðakrossi er Landsfelagið eisini við í vitjunartænastuni, sum vitjar gomul og einlig.
? Lokalu feløgini hava sínar fundir ella hugnaløtur. Onkur spælir kort, onnur sita og binda. Onnur práta saman, við hvørt lesur onkur eina søgu. Onkuntíð fáa tey onkran at halda fyrilestur um eitthvørt evni. So eru sangløtur, tá ið onkur tekur harmonikuna við á fundin.
? Tað sum mest hevur at siga, er, hvat vit kunnu vænta okkum av Eldraárinum. Men tað er ikki lætt at siga. Men vit kunnu siga, hvat vit vóna kemur burtur úr Eldraárinum og komandi árum.
? Vit lesa í bløðunum, at tað eru trý aldurskeið, so eg rokni við, at vit eldru eru við í triðja aldursbólkinum. Tað sær út sum tað dragnar sundur millum hesar aldursbólkarnar, og tann gjógvin verður størri sum tíðin gongur. Vit kunnu spyrja okkum sjálv, hvat vit skulu gera. Tað kann vera, at vit fáa eitt svar, tá ið árið er farið. Eg spurdi ein mann, hvat hann helt vit skuldu brúka hetta eldraárið til, um vit skulu roynt at fylt í gjónna. Hann segði nei, hendan gjógvin er komin fyri at vera. Tað fer eingin ungur í dag at bera bæði tøð og tara á rygginum. Tað vísir seg vera líka ringt, at fáa tey eldru inn í telduøldina.
? Tað verður ikki Landsverkfrøðingurin, sum skal byggja gjónna millum tey eldru og yngri. Vit mugu byrja frá báðum endum, soleiðis at vit møtast á miðjuni. Tí vit hava brúk fyri hvør øðrum, segði Tómas Tómasson.
Ungt fólk
í Landsstýrinum
Eldraráðið í Føroyum fór til verka í 1995. Tað tók átta ár at fáa gjørt viðtøkurnar fyri ráðið, ið stig varð tikið til í áttatiárunum, greiddi formaðurin í Eldraráðnum, Símun Pauli Poulsen, frá.
? Síðani eru 165 mál viðgjørd í ráðnum. Tað sum harmar ráðið nógv er, at tað er so trupult at fáa svar frá almennum stovnum. Onkuntíð hevur tað tikið fleiri ár.
? Ein nýggj reglugerð er gjørd fyri ráðið og hon sigur, at Landsstýrið skal spyrja Eldraráðið til ráðs, tá ið spurningar viðvíkjandi teim eldru eru fyri, sigur Símun Pauli Poulsen.
Hann greiddi frá limaskapi í felagskapum uttanlands.
? Støðan hjá teim eldru er álvarsom, fólkatalið veksur og arbeiðsloysið veksur. Vit hava ikki líka góð viðurskifti í Føroyum fyri tey eldru, sum aðra staðni, men vit eiga eina unga landsstýriskvinnu í eldraárum, og henni hava vit álit á, segði Símun Pauli Poulsen at enda.