Skaðalistin er langur á Svangaskarði

NSÍ fer stutta teinin á Svangaskarð við sjálvsáliti eftir sigur í aðrari grannauppgerð

Fyri aðru ferð í fimm dagar verður NSÍ í kvøld partur av grannauppgerð. Leygarkvøldið endaði tað við kærkomnum 4-1 sigri á Skála. Og fyri Toda Jónsson og hansara menn var tað umframt trý stig á kontuna hugaligt at kenna, at fótbóltsspælið var betri, enn tað hevur verið higartil í ár.

 

Meðan NSÍ undanfarnu ferðirnar hevur verið í verjustøðu, so var tað meiri álopskent á Skála, og tað man vera lítið at ivast í, at tað verður í tí útgávuni, at teir gulu í kvøld fara at vera í.

 

Hjá NSÍ er Aron Knudsen skaddur í lærkrikanum, og Sølvi Sigvardsen er darvaður av skaða í rygginum. Búi Egilsson er ivasamur.

 

Tonni J. Thomsen er tøkur aftur hjá B68 eftir leikbann, og tað er møguleiki fyri, at Steffan A. Løkin, sum noyddist at taka seg aftur undir upphitingini sunnudagin, verður við í dag. Skaðalistin á Toftum er langur. Meinhardt P. Joensen úr KÍ fer at verja málið í dag, tí báðir málverjarnir – Rói Mørk Hentze og Ragnar Lindholm – eru skaddir. Jann Ingi Petersen er langtíðarskaddur, Aleksandur Ó. Jensen hevur brotið nøsina, Andri Benjaminsen er vøddaskaddur, Lukasz Cieslewicz er ivasamur, og Esmar P. Clementsen er burturstaddur.

 

Í triðja umfari vann B68 2-0 í Runavík. Síðani er bara eitt stig komið til høldar – 1-1 á heimavølli ímóti HB – og B68 er niðast á støðutalvuni. Tað er vorðið sum uppgáva hjá Jákupi á Borg at vera settur at venda gongdini, men hann sigur seg hava gott mót.

 

-Um hugburðurin verður, sum hann var ímóti EB/Streymi, so er tað gott útgangsstøði, sigur venjarin.

 

Tað hevur likið illa í B68 verjuni, og tað gongur striltið at skjóta mál. Tvær tær seinsatu ferðirnar er B68 farið av vøllinum uttan at hava skorað.