Tað sær trupult út hjá teimum føroyingunum, ið ætla sær at ferðast millum Føroyar og Danmark í vikuni.
Øskuskýggið fer at liggja um meginlandið alla vikuna, siga veðurfrøðingar á TV 2 Vejret.
Øskan liggur hóast bara tveir kilometrar uppi yvir jørðina, siga íslendskar veðurfrøðingar.
- Tað er rættiliga lágt, sigur Hjorleifur Sveinbjornsson, ið er jarðfrøðingur á veðurfrøðiliga stovninum í Íslandi. Tað vil tó siga, at tað, hóast tað ber til at flúgva uppi yvir Danmark, ikki ber til at fara á flog ella lenda.









