Skaðar ikki trúvirðið, at tveir fyrilestrarhaldarar fáa løn frá Decode

Um tað viðrar, og flogførini fáa sett seg í Vágum, verður ráðstevna um arvagransking í Havn í Dag. men august Wang, sálarfrøðingur, heldur, at tað, sum kemur fram, skal takast við ávísum fyrivarni, tí tveir av fyrilestrarhaldarunum eru ikki heilt uttanveltaðir

?Tað hevur ongan týdning fyri trúvriðið á ráðstevnuni, at tveir av fyrilestrarhaldarunum standa á lønarlistanum hjá Decode.

Birita Petersen á Almanna og heilsumálastýrinum er ikki samd við August Wang, sálarfrøðingi.

Í dag verður almenn ráðstevna um arvgransking í Norðurlandahúsinum í Føroyum- um tað annars viðrar og flogførini fingu sett seg í gjár.

Har fara fýra serfrøðingar, hvør á sínum øki, at greiða frá um arvagransking.

Men aðrastaðni í blaðnum, ger August Wang, sálarfrøðingur vart við, at eftir hnasara tykki skal tað, sum kemur fram á ráðstevnuni takast við ávísum fyrivarni.

Hann sigur, at hann hevði skilt á føroyskum myndugleikum, at ætlanin var at fyrilestrarhaldararnir skuldu verða púra uttanveltaðir í spurninginum um arvagransking í Føroyum.

Tað er heldur ongin føroyingur ímillum teir fýra fyrilestrarhaldarnar á ráðstevnuni.

Men samstundis ger August Wang vart við, at tveir av teimum fýra fyrilestrarhaldarunum fáa løn frá íslendsku fyritøkuni Decode, ið bjóðaðu føroyingum samstarv um arvagransking.

Og tað heldur hann ikki kunnu kallast uttanveltaðir fyrilestrarhaldarar.


Skaðar ikki

Men Birita Petersen á Almanna- og Heilsumálastýrinum, sum hevur lagt ráðstevnuna til rættis, er ikki samd við sálarfrøðingin.

? Tað er rætt, at tveir av fyrilestrarhaldarunum eru partvíst knýttir at Decode.

Men hon heldur ikki, at tað á nakran hátt skaðar trúvirðið á tí, sum kemur fram.

Teir fyrilestrarhaldararnir, sum eru knýttir at Decode, eru Andrew Hicks, sum partvís arbeiðir fyri Decode og íslendski sálarfrøðingurin, Høgni Oskarsson, sum ikki er knýttir at Decode meiri enn so enn at hann av og á hevur ráðgivið Decode í onkrum málum, men sum annars onki hevur við íslendsku arvagranskingarfyritøkuna at gera.

Birita Petersen sigur ,at Andrew Hicks skal ikki røða um siðsemiligar spurningar. Hann skal bara greiða frá, hvussu farið verður fram læknafrøðiliga, táið arvakanningar verða gjørdar og um, hvørjar sjúkur verða kannaðir.

? Tann, sum skal tosa mest um siðsemiligar spurningar er Linda Nielsen, sum er formaður í donsku siðsemisnevndini.

? Men vit hildu, at tað kundi verið ógvuliga upplýsandi at tikið ein íslending við, sum mótvekt ímóti henni, tí í Íslandi hava tey eitt sindur øðrvísi áskoðan á hetta, enn tey hava í Danmark, og tað bleiv so Høgni Oskarsson.

Birita Petersen sigur eisini, at hóast hann hevur ráðgivið Decode í ymsum málum, hevur hann eisini funnist at arbeiðsháttinum hjá Decode í umsum málum.

Annars heldur hon ikki, at tað er rætt, at beinleiðis dentur varð lagdur á, at fyrilestrarhaldararnir skuldu vera óheftir at arvagransking í Føryoum.

? Hetta er einans ætlað sum eitt upplýsandi tiltak, ikki minst í sambandi við teir siðsemiðiligu spurningarnar, sum taka seg upp, nú arvagransking hevur verið viðgjørd í Føroyum, sigur hon.

Annars byrjar ráðstevnan kl. 8.30 í morgun, tá ið Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, bjóðar vælkomin. Kl. 8.45 fer Graeme Laurie frá løgfrøðiligu megindeildini á Edinburgh Universiteti. at halda fyrilestur um innleiðandi útgreining um arvagransking - løgfrøði og etikkur.

Kl. 10.00 fer Linda Nielsen, cand.jur. og formaður í siðsemisnevndini at halda fyrilestur um siðsemiligu avbjóðingarnar innan bioteknologi.

Kl. 10.30 fer Høgni Oskarson, psykiatari, Ísland at røða um siðsemi og arvagransking.

Kl. 11.15 fer Andrew A. Hicks, vísindamaður í arvagransking at tosa um, hvussu arvagransking hevur ávirkað læknafrøðið og læknafrøðiliga gransking: fortíð, nútíð og framtíð.

Kl. 14.00 fer Greame Laurie aftur at halda fyrilestur, hesuferð um reglur um arvagransking í Evropa ? verja av borgarum og stuðul til granskarar.

Kl. 15.00 fer Linda Nielsen at tosa um Biobankar ?nýtsla og siðsemi.

Og kl. 16.30 verður Pallborðskjak. Høvi verður at seta spurningar eftir hvønn fyrilestur. Tosað verður á enskum, men spurningar kunnu sigast á føroyskum, so verða teir týddir.