Skøvur í dulvitinum

Listakvinnan Ásla Rannvá Svensson er farin á rannsóknarferð í dulvitinum. Við strikum, litum og hvøssum amboðum skavar hon seg heilt ítøkiliga niður undir yvirflatuna á bæði løriftinum og menniskjasinninum

Teir 36 málningarnir hjá listakvinnuni Ásla Rannvá Svensson í Norðoya Kunningarstovu hava eittans heiti: Innaralandslag. Skrivað í einum orði í eintal. Ásla er farin á kanningarferð í dulvitinum og gravingaramboðini eru lørift, litir og eitthvørt at skava við. Hetta er eisni tað einasta ítøkiliga áskoðarin hevur at halda seg til. Restin er upp til hugflogið.

Sker inn á bein
Ásla nýtir ikki siðbundnu tilgongdina til sína kanningarferð, har ímyndir og løgnar verur lata dyrnar upp fyri eini endaleysari røð av tulkingum og yvirtulkingum, sum av somu orsøk missa sítt virði og bara standa eftir og síggja tápuligar út.
Ásla hevur kutað alt slíkt burtur, skorið inn á bein við næstan áleypandi harðligum strikum og køldum litum. Myndirnar fáa eitthvørt nakið og verjuleyst yvir seg, men samstundis ófrávíkiligt ? sum kann tað ikki vera øðrvísi.

Lindir og leitan
Tá tú velur onki myndevni at hava yvirhøvur, er tað ikki heilt burturvið at lata leitanina eftir myndevninum verða myndevni sjálvt.
Eins og Ásla hevur valt at skriva Innaralandslag í einum orðið, sum vóru orðini løgd omaná hvørt annað, eru málningarnir eisini mest at líkna við jarðartvørskurðir har lindirnar skapa sítt egna mynstur.
Hetta er eitt hugskot vit hava sæð fyrr í føroyskum. Seinast í skaldsøguni hjá Marjuni Kjelnæs, sum jú eisini hevur undirheiti "Leitan og lindir" í tilsipingini til eina ítøkiliga og abstrakta undirgrund.

Oyðimarkargongd
Við somu litum í ymsum brigdum, somu strikum í ymsum breiddum leitar listakvinnan víðari í dulvitinum, sum sóknast hon eftir meira. Tá møguleikarnir tykjast at vera troyttir, koma skøvur í myndirnar. Fyrst varisliga leitandi síðani agressivar næstan oyðileggjandi.Tað er sum listakvinnan heilt ítøkiliga roynir at skava seg longur og longur niður á dulvitið. Í skøvunum koma nýggj litbrigdi fram og onkustaðni hómast smá frávik frá teimum beinu, vannrøttu rípunum, men so hendir heldur ikki meir. Leitanin verður ein oyðimarkargongd og heldur sum frá líður uppat at vera áhugaverd.
Men Ásla handfer teknikkin á ein sera sannførandi hátt, ikki minst í mátanum boðskapur, teknikkur og tilfar verða endurspeglingar av hvørjum øðrum.