Skúvsegg minni dálkað

Eggini hjá skúgvi vóru minni dálkað í 2012 enn tey vóru í 1977. Tað staðfestir ein kanning hjá Sjúrði Hammer, ið er partur av ph.d. verkætlanini hjá honum. Tað skrivar Granskingarráðið á síni heimasíðu í dag.


- Í grein, sum Sjúrður Hammer hevur skrivað saman við starvsfeløgum, verður staðfest, at eggini hjá skúgvi vóru minni dálkaði av umhvørviseitri í 2012 enn í 1977. Talan er um kanning av, hvussu dálkaði skúvsegg eru av áhaldandi lívrunnnum umhvørviseitri, kallað POPS. Kanningin vísti, at minkingin av dálking í føroyskum eggum er 70% í mun til 1977, skrivar Granskingarráðið um kanningina.


Í kanningini verða dálkingin í føroyskum eggum eisini samanborin við dálkingina í hetlendskum eggum.


- Samanborið við hetlendsk egg frá á leið sama tíðarskeiði, er dálkingin størri í Føroyum enn í Hetlandi. Hetta er helst tí at føðin hjá skúgvinum í Føroyum og Hetlandi er so ymisk. Skúgvur í Føroyum livir einamest av øðrum sjófugli, meðan í Hetlandi livir hann mest av fiski og slógvi frá fiskiskipum. Av tí at skúgvurin í Føroyum er so ovarlaga í føðiketuni, merkir tað, at hann kann geva góða ábending, um hvussu dálkað okkara umhvørvi er, skrivar Granskingarráðið.


Sjálv greinin, har Sjúrður Hammer kunngerð úrslitið av kanningini, hevur heitið “Legacy Pollutants are Declining in Great Skuas (Stercorarius skua) but Remain Higher in Faroe Islands than in Scotland.” Hon er tøk í Bulletin of Environmental Contamination and Toxicology.