Samferðsla
Strandfaraskip landsins hevur seinastu tíðina roynt ein bát - Comrade - at sigla við farmi til Skúvoynna. Skúvoyingar hava ikki verið serliga fegnir um ætlanina at seta Comrade inn fyri Rituna, nú hon er farin í aðra sigling. Hetta hevur bygdarráðið í skrivi til landsstýrismannin gjørt greitt.
Tí spurdi tingkvinna Tjóðveldisins um hví júst Comrade var valdur at royna til siglingina, og um landsstýrismaðurin kundi garantera, at hetta er ein eins góð loysn og Ritan at røkja farmflutningin til og úr oynni. Hetta hevur lansstýrismaðurin nevniliga lovað skúvoyingum.
Landsstýrismaðurin boðaði frá, at hann í dag hevur givið Strandferðluni boð um, at farmasiglingin til Skúvoyar skal bjóðast út. Hetta fyri at sleppa undan misteinkiligering, tí tað er ein vinmaður hjá landsstýrismanninum, sum eigur
Comrade, upplýsti landsstýrismaðurin fyri tinginum í dag.
Jóhan Dahl lovaði eisini, at loysnin, sum kemur, ikki verður ein verri tænasta enn tann Ritan hevur veitt.