Skúvoy søkir til Havnar

Bygarrráðið í Skúvoy hevur samtykt at søkja um kommunusamanlegging við Tórshavnar Kommunu. Á bygdaráðsfundi í Skúvoy í gjárkvøldi varð samtykt at senda skriv til Tórshavnar kommunu, við ynski um samanlegging. Bygdaráðið vísir á, at ein samanlegging við Tórshavnar kommunu er tað einasta rætta, tí alternativið er ein samanlegging við eina lítla kommunu, sum ikki hevur ráð at taka sær av Skúvoynni.

Harry Jensen, bygdaráðsformaður, sigur, at hann hevur hildið samanlegging við Havnina vera ein ynskidreym, sum ikki kann ganga út. Og hini í bygdaráðnum hava ongantíð dult fyri, at tey helst vilja leggja saman við Havnini.

- Vit skulu ikki blanda okkum í, hvat hini í sýsluni halda, men kortini halda vit, at tað hevði verið meiriluti fyri samanlegging, um fólkaatkvøða varð hildin. Hvat úrslit ein møgulig fólkaatkvøða í Tórshavnar Kommunu hevði komið komið til, er ikki gott at vita, men tað hevði verið spennandi, um tað kom so langt, sigur Harry Jensen, bygdaráðsformaður.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, upplýsir, at hann hevur tikið móti áheitanini við størstu vælvild. Málið verður politiskt viðgjørt, tá tað er búgvið til tess.

- Fyribils kann eg bara siga, at tað er ótrúliga jaligt at síggja, at útoyggjakommunurnar eru fyrstar, ikki bert at gera vart við seg, men beinleiðis at taka støðu í spurninginum um samanlegging. Hvat úrslitið verður vita vit ikki enn, men tað er ótrúliga flott og mennandi fyri alt kjakið um samanlegging, at kommunurnar veruliga taka eina støðu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.