Føroyska verkætlanin - stuðla MBF
2003 er kosið at vera ár teirra brekaðu. Føroyska verkætlanin fer tí í ár at stuðla Meginfelag teirra Brekaðu, MBF, at endurprenta og geva út eina vegleiðing við heitinum "Til heim við brekaðum børnum."
Tá ið Ár teirra brekaðu var í 1981, tók ein av bólkunum, ið tá varð settur, stig til at lýsa, hvørji tilboð vóru til heim við brekaðum børnum. Hesin bólkur gjørdi eitt stórt arbeiði at lýsa umstøðurnar og at finna fram til, hvørji tilboð vóru. Funnið varð fram til, at nógv tilboð vóru, men tvørrandi samstarv millum stovnar og verk gjørdi, at foreldrini sjálvi ofta skuldu renna frá Peri til Pól fyri at fáa hjálp.
Bólkurin gav út bóklingin "Til heim við brekaðum børnum". Hesin bóklingur var sera hentur hjá foreldrum, bæði tí hann lýsti, hvør hjálp var at fáa, og tí hann kom við tilráðingum um, hvat kundi verið gjørt øðrvísi.
Síðani tá er nógv broytt, og nú eru fleiri tilboð, men enn er sera trupult at finna fram til, hvussu og hvar tey verða givin. Feløg í MBF hava tí leingi havt eitt ynski um at fáa eina heildarloysn til børn við breki.
Í sambandi við, at 2003 aftur er lýst at vera ár teirra brekaðu, fer stýrisbólkurin fyri árið at skipa fyri einum temadegi í oktober um heildarloysnina, og hvussu hon kann verða skipað. Allir partar í málinum hava ásannað, at tørvur er á eini tílíkari skipan. Temadagurin kemur vónandi at vísa, hvussu henda loysn skal verða.
Stýrisbólkurin ger síðani ein nýggjan dagførdan bókling við upplýsingum um tilboð til heim við brekaðum børnum sum byggir á tað, sum kemur fram á temadegnum.
Útlendska verkætlanin - stuðla skótum í Nepal
Í vár fingu vit samband við ein gamlan KFUM-skóta, Jan á Argjaboða, ið hevði verið í Nepal og arbeitt. Har var hann komin í samband við skótarørsluna m.a. ein rovarabólk nærindis høvuðsstaðnum Katmandu.
Ein stórur trupulleiki hjá teimum er, at eingi høli eru til skótaarbeiðið í Nepal, og at teimum vantar næstan alla útgerð. Hesir skótar royna at byggja hús og at keypa útgerð, so teir kunnu menna skótavirk-semið í hesum økinum og í Nepal sum heild.
Skótahjálpin hevur í ár gjørt av at lata útlendsku verkætlanina vera at stuðla arbeiðinum hjá hesum skótunum í Nepal. Jan á Argjaboða hevur boðið sær til at fylgja við í arbeiðinum. Roynt verður eisini at fáa ein bólk av rovarum og ungdómsskótum at fáa áhuga í hesum arbeiði, so samstarv møguliga kann fáast millum skótarnar í Føroyum og skótarnar í Nepal.