Seinnapartin í dag kundu KFUM-skótarnir við Løkin í Runavík taka í brúk sítt nýggja skótahús, sum er 580 fermetrar til støddar í trimum lonum.
Samstundis varð hátíðarhildið, at 30 ár eru liðin síðani stig var tikið til at seta á stovn KFUM-skótalið á eystara armi á Skálafjørðinum.
Dagurin byrjaði við gudstænastu í Glyvra kirkju, har úlvar og skótar skipaðu fyri, og aftaná varð nýggja skótahúsið alment tikið í brúk.
Hetta var hátíðarløta við røðum, kvøðum og tónleiki frá Nes Sóknar Musikkfelag, og borðreitt var eisini við smurdum breyði og køku.
Uttanfyri høvdu skótarnir tendrað legubál, so bæði skótar og onnur børn kundu royna eina løtu við ymiskum skótavirksemi úti í fríu náttúruni.
Enn eru onkrir snøklar eftir, men arbeiðið við húsinum er komið so mikið langt, at KFUM-skótarnir við Løkin nú kunnu flyta í nýggjar og stásiligar karmar.
Meginparturin av fíggingini er upp á pláss, eitt nú við góðum stuðli frá danska LOA-grunninum, so skótaliðið við Løkin hevur ikki stóra lánsbyrðu, tá alt er liðugt.