Skírhósdagur – kvøldmáltíðin og tænasta

Í dag er skírhósdagur, ið er hósdagurin í stilluviku. Dagurin verður eisini nevndur fyri skírisdagur.

 

Í dag er skírhósdagur, ið er hósdagurin í stilluviku. Dagurin verður eisini nevndur fyri skírisdagur.

 

Dagurin er ein partur av teimum kristnu páskunum, og er tað serliga tvær hendingar í lívi Jesusar, ið kristin um allan heim minnast hendan dagin.

 

Fyrra hendingin er heilaga kvøldmáltíðin, ið var síðsta máltíðin, ið Jesus át saman við sínum lærisveinum. Tað var tá, at Jesus álegði lærisveinunum at minnast seg og verkið á Golgata við at eta breyðið, ið er mynd av likam Jesusar, og drekka vínið, ið er mynd av blóðið Jesusar.

 

Kvøldmáltíðin er upprunin til breyðbrótingina, ið flestu kirkjur og samkomur í Føroyum regluliga halda.

 

Hin hendingin er tá Jesus vaskaði føturnar hjá lærisveinunum. Hetta gjørdi hann fyri at leggja dent á týdningin at tæna øðrum.

 

Tað er frá tí hendingini, at navnið skírhósdagur kemur frá. Orðið skír merkir reinur.

 

Tað er ikki so vanligt í Føroyum at vaska føturnar hjá hvørjum øðrum, men í katólski trúnni er tað ein føst siðvenja, at pávin skírhósdag vaskar føturnar hjá øðrum.

 

Seinastu árini hevur tað vanliga verið føturnar hjá fangum, men í ár hevur pávin valt ein annan leist. Í dag fer hann nevniliga til eitt móttøkustøð fyri flóttafólk, har hann fer at vaska føturnar á 12 persónum.

 

900 flóttafólk, harav flestu muslimar, og 100 starvsfólk væntast at taka lut í serligu løtuni, tá pávin vaskar føturnar á ellivu flóttafólkum og einum starvsfólki. Flóttafólkini eru fýra ungir katolikkar úr Nigeria, tríggjar koptiskar kvinnur úr Eritrea, tríggir muslimar og einum hinduisti.

 

Harumframt var tað eisini aftaná kvøldmáltíðina, at Jesus fór í Getsemane hava, har hann varð svikin av Judas Iskariot.

 

Til ber at lesa um hendingarnar skírhósdag í Jóhannes 13-18, Matteus 26, Markus 14 og Lukas 22.