Skøran er bert ein partur av trupulleikanum

Tað er ein trupulleiki, at eingin lóg verjir føroysku náttúruna móti fremmandum plantusløgum.

Í Vikuskiftissosialinum hava vit skift orð við Rakul Arnfríð Dam, leiðara á skógrøkt landsins, um trupulleikarnar við garðaskøru í Føroyum, og hóast Rakul Arnfríð Dam ásannar, at skøran er ein avbjóðing fyri Føroyar, so er yvirskipaði trupulleikin nógv størri enn so.

Einki eftirlit er við, hvørjar plantur verða fluttar inn til Føroya, og støðan er so ring, at tú kundi í grundini keypt tær hópin av skøru, farið út í hagan og sett hana júst har, tú hevði hug, uttan at nakað hevði verið gjørt við tað.

Rakul Arnfríð Dam vísir sum dømi á tað grasblandið, ið verður brúkt til økini kring stóru byggiverkætlanirnar í Føroyum. Fimm ymisk grassløg eru í blandingini, men grassløgini hoyra ikki heima í Føroyum, og vit vita heldur ikki, hvørja ávirkan fremmanda grasið kann hava á náttúruna her heima.

Les meira um skøruna og trupulleikan við náttúruvernd í Vikuskiftissosialinum.