Skúmparty í Klubbagarðinum

Tað vóru fólk úr Eclips í Klubbanum í Havn, sum fríggjadagin fyltu Klubbagarðin við skúmi. Hetta var ein forsmakkur upp á skúmparty leygarkvøldið

Myndin omanfyri kundi næstan tað sama verið tikin í kavaveðri, men so er ikki. Hon er tikin í Klubbagarðinum við Tinghúsvegin í Havn seinasta fríggjadag.

Tað vóru fólk frá dansistaðnum Eclips, sum høvdu sett upp eina skúmmaskinu, sum nærum fylit Klubbagarðin við skúmi.
Kanska var tað fyri at royna útgerðina, sum skuldi nýtast í Eclips leygarkvøldið ? ella var tað kanska tí, at Barometrið sendi beinleiðis úr Klubbagarðinum hendan góðveðurs seinnapartin.

Men nógv fólk hugdu framvið ? og tað var ikki frítt, at fleiri børn og ungfólk fingu karm í skúminum, meðan onnur royndu at sms?a seg til eina fartelefon í Barometrinum.

Eyðkendi verturin, Heri Jacobsen, sum annars ikki hevur verið við í seinastu Barometursendingunum var aftur og gjørdi seg upp ? kanska hann hevði frí frá læraragerninginum hendan seinnapartin.

Leygarkvøldið var skúmmaskinan nýtt í dansinum í Eclips. Sagt verður, at hetta riggaði sera væl ? og fólk hugnaði sær óført.
Fyrireikararnir høvdu ávara fólk móti at verða í skinnsklæðum ella skinnskóm frammanundan ? og fleiri høvdu lurtað, tí onkrar gentur møttu upp í bikini.

Hugtakið við skúmparty er sera væl umtókt aðrastaðni. Vit hava frætt, at Eclips hevur ognað sær skúmmaskinuna, so hon verður uttan iva aftur at síggja á ymsum tiltøkum.