Skálavík
Uppgávurnar, sum hjálpar-og vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, gera millum ár og dag kunnu vera rættiliga ymiskar.
Týsmorgunin um 9.30-tíðina setti Brimil fast í eina betongkistu og byrjaði at sleipa hana av Skálafjørðinum og suður til Skálavíkar.
Kistan er bygd inni í turrdokkini á Skála, og tað er entreprenørurin, R.T.S. (Runavíkar Transport Service), sum hevur stoypt kistuna.
R.T.S. er eisini arbeiðstakari til umvælingararbeiði av havnalagnum í Skálavík, sum fórst so illa í herviliga landnyrðings uppganginum í februar mánaða í fjør.
Sosialurin hevur skilt, at tað eydnaðist manningini á vaktar-og hjálparskipinum Brimli at loysa hesa uppgávu til lýtar.










