Nýggi skúlin á Velbastað verður alment tikin í nýtslu á samkomu, sum verður hildin i skúlanum leygardagin 16. september klokkan 11.
Anfinn Brekkstein, bygdarráðsformaður í Kirkjubøar Kommunu, sigur, at hátíðarhald verður fyri bæði innbodnum uttanefir og øllum sóknarfólkinum.
Skúlin fer at virka sum bæði skúli og samkomuhús. Samkomuhús er á Velbastað. Tað er ungmannafelaghúsið Sólarmagn. Men har er so trongligt, at mett varð rætt at hava eina samkomuhøll í skúlanum eisini, sigur Anfinn Brekkstein, bygdarráðsformaður.
Til samkomuna, sum verður hildin komandi leygardag, eru umboð fyri grannakommununa, Tórshavnar Kommunu, boðin við. Umframt løgmann, mentamálaráðharran, fíggjastovnar, pressu og onnur. Og so sjálvandi alt sóknarfólkið í Kirkjubøar Kommunu, sum Velbastað eisini hoyrir til. Eisini fer prestur at siga nøkur orð, sigur bygdarráðsformaðurin.
Boðið verður ábit, umframt at eisini okkurt annað forkunnugt verður á skránni.