Nú verður 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi sett í gongd. Á býráðsfundi hjá Vága kommunu mánakvøldið 22. juni samtykti kommunan at fara í gongd við 2. byggistig av skúlanum á Giljanesi, skrivar Vága kommuna.
Avgjørt er at deila 2. byggistig í tvey, soleiðis at 3. byggistig verður gjørt seinni. Bygginevndin heldur ikki tað er fíggjarligt rásarúm í løtuni at byggja 2. byggistig í einum, har byggikostnaðurin við øllum kann koma uppá 70 milliónir krónur. Nýggj kostnaðarmeting fyri 2. byggistig er 39,2 milliónir krónur, og er hendan upphæddin innanfyri fíggjarliga rásarúmið hjá kommununi.
Hetta viðførir, at felagsøkið, kullan, smíðstova, jarnsmíðstova og tríggjar skúlastovur ikki vera gjørdar. Tað at 3. byggistig ikki verður gjørt samstundis, ávirkar tó ikki skúlagongdina hjá næmingunum á skúlaøkinum hjá Vága kommunu.
Í august er ætlanin at fara undir at ríva niður tann partin, sum er eftir av gamla skúlanum á Giljanesi, so farast kann undir verkætlanina við 2. byggistigi.
##med2##
Tekningarnar av 2. byggistigi eru óbroyttar og allar innleggingar verða gjørdar soleiðis at klárt er at fara í gongd við 3. byggistig eisini. Bygginevndin hevur somuleiðis mælt til ikki at projekterað 3. byggistig. Orsøkin er, at um 3. byggistig ikki verður bygt beinanveg kann hugsast, at tekningar vera broyttar munandi. Víst verður til bygging av 1. byggistigi; tá var 2. byggistig eisini projekterað, eftirfylgjandi eru tekningar broyttar munandi.
Vera fíggjarligu vánirnar betur í byggitíðini, mælir bygginevndin til at projekterað 3. byggistig eisini, skrivar Vága kommuna.