Tað var ikki hissini verkætlan, sum varð løgd fyri býráðslimirnar í Havn hóskvøldið. Ein arbeiðsbólkur legði fram fyri býráðspolitikararnar í Tórshavnar Býráð eina ætlan um at byggja ein stóran, sermerktan bygning á Skálatrøð. Talan er um ein rundan bygning í seks hæddum, har gólvvíddin tilsamans er 7.000 fermetrar.
Ætlanin er, at bygningurin skal hýsa eldraíbúðum, vanligum íbúðum, skrivstovum og øðrum virksemi. Á fyrstu hædd er ætlanin at hýsast skal annað virksemi, so sum handlar, matstovur o. s. fr.
? Ætlanin er ment á einum vinnuligum grundarlag, sum skal tryggja, at tað er møguligt hjá íleggjarum at vera við í ætlanini, sigur Mortan Carlsen, sum saman við NCC, Føroya Filial í Leynum, Byggitek og arkitektunum Albert Isfeld og Gudmund Hansen, hevur fyrireikað ætlanina.
Tørvur á íbúðum og skrivstovum
Fyrireikararnir siga, at ætlanin er grundað á tann alsamt vaksandi tørvin, sum so sjónliga kemur fram í Havn.
? Her verður serliga hugsað um tørv á íbúðum, bæði til eldri fólk og fólk annars. Útboðið av skrivstovum stendur heldur ikki mát við tann tørv, sum er í høvuðsstaðnum í dag, sigur Mortan Carlsen.
Fyrireikararnir halda eisini, at tørvurin er grundaður á menningina, sum er farin fram í høvuðsstaðnum, og sum teir meta fer at halda fram í nógv ár framyvir.
? Tí meta vit, at tað er neyðugt, at býráðið virkar fyri, at karmar verða skaptir fyri framhaldandi menning av virkseminum í býnum og góðum liviumstøðum annars, siga teir.
Teir halda eisini, at tað er skilagott at birt verður upp undir, at hendan verkætlanini verður framd á Skálatrøð, sum næstan er eitt »deyðpunkt« í Havnini.
? Hendan ætlanin fer at føra við sær, at hesin parturin í størri mun verður sameintur við miðbýin ? handilslívið og um hvørvið annars, og at fólk seta búgv í hesum øki fer at føra við sær, at meira lív og meira virksemi verður í hesum miðstaðarøki, sigur Mortan Carlsen.
Tað var ein skálamaður, sum legði inn Skálatrøð. Hann búði í Bartskersstovu í Bringsnargøtu, har handilin hjá Katrinu Christiansen er.
? Tí hevði tað kanska verið passandi, at bygningurin fekk navnið »Skálaborg«, sigur Mortan Carlsen.
Og hvør veit, kanska bygningurin hervið fekk navnið??
Eldraíbúðir, íbúðir og skrivstovur
Byggiætlanin snýr seg um ein rundan bygning í seks hæddum. Samlaða gólvvíddin verður umleið 7.000 fermetrar. Inni í bygninginum verður eitt runt op frá niðastu hædd og allan vegin upp. Hetta verður ein høll, takt við glasi.
Fyrireikararnir hugsa sær at gera ein leigusáttmála við kommununa um grundøkið, og teir hugsa sær, at teir eisini verða við í eini ætlan um at útvega fleiri parkeringspláss í býnum.
Ein høvustáttur í ætlanini er eldraíbúðir. Ætlanin er bygd á, at eldraíbúðir skulu vera í tveimum støddum, onnur umleið 64 fermetrar og hin umleið 96 fermetrar. Eisini er ætlanin, at serlig fyriskipan skal gerast fyri at tryggja, at hesar íbúðir í framtíðini eisini skulu verða tøkar til eldraíbúðir, tískil serligar treytir við víðari sølu, keypi og nýtslu.
Annar høvuðstáttur í ætlanini eru íbúðir, sum øll kunnu keypa.
? Hesar eru ætlaðar í trimum støddum, umleið 64 fermetrar, 96 fermetrar og 130 fermetrar, sigur Albert Isfeld, arkitektur.
Viðvíkjandi hesum íbúðum eru ongar serligar treytir, eins og við eldraíbúðunum, tá tað snýr seg um víðari sølu o. s. fr.
Triði høvuðstátturin í ætlanini eru skrivstovuhølini, sum ætlanin er at hava á aðru og triðju hædd. Hesi høli verða væntandi boðin út til leigu í tann mun, at ánararnir ikki sjálvir ætla at gera nýtslu av teimum.
Í niðastu hæddini er ætlanin at hýsa handlum, matstovum o. l.
Standa liðugt í oktober 2004
? Vit hava ongar avtalur enn gjørt við íleggjarar, hóast vit hava tosað við fleiri í Føroyum og onkran einkultan uttanlands, sigur Mortan Carlsen.
? Av tí at verkætlanin ikki er liðug í smálutum fyriliggja enn ikki neyvar greiningar av m. a. samlaða byggikostanðinum. Tað hevði tí ikki verið gjørligt hjá íleggjarum at gjørt endaligan sáttmála í sambandi við verkætlanina.
Fyrireikararnir hava handað býráðnum umsókn um økið á Skálatrøð ? í fyrsta umfari um optiónsrætt í eitt ár fyri síðani at finna út av, um fyritreyt er fyri hesi ætlan.
? Í hesum tíðarskeiði ætla vit at gera ætlanina lidna og leggja hana fyri íleggjarar, sigur Mortan Carlsen.
Sambært tíðarætlanini fara teir at lata inn endaliga byggiumsókn í august í ár. Skitsuprojektið varð handa býráðnum hósdagin, og í mai skulu fyrireikingarnar verða komnar undir land. Myndugleikaprojekt skal fyriliggja í august, og skal húsið standa liðugt í oktober 2004.