Sosialpedagogikkurin er í brennideplinum hjá Pedagogfelagnum í vár, og í tí sambandinum prenta vit fýra greinar um ymisk sosialpedagogisk virkisøki. Fyrsta greinin var í blaðnum mánadagin, og er hetta tí onnur greinin í røðini. Hinar báðar koma í blaðið næstu tvey vikuskiftini. Tað er journalisturin Grækaris D. Magnussen, ið skrivar greinarnar.
------......................................
Grækaris Djurhuus Magnussen - PRESS
------
Hann hevur áhuga fyri menniskjum. Hvussu menniskju hava tað, hvussu tey bera seg at, og hvussu tey verða viðfarin. Og hvørjar møguleikar, vit sum samfelag, geva hvørjum øðrum.
Í stovuni hanga fleiri málningar. Harry Knudsen hevur gjørt teir flestu. Myndirnar eru av fólki, andlitsmyndir, eisini av egnu familju síni. Harry Knudsen er ikki bara námsfrøðingur við serligum áhuga fyri sosiala økinum, hann er eisini listarmaður. Í serliga rúmi sínum í kjallaranum stendur eitt ótal av málningum, m.a. eitt av miðflokkamonnunum, Jenisi av Rana, Bill Justinussen og Karsteni Hansen. Her eru eisini fleiri myndir av øðrum politikarum. Ja, her er ein rúgva av málningum av fólki, menniskjum. Áhugin fyri tí einstaka fornoktar seg ikki. Onki at undrast á, at hann arbeiðir við sosialpedagogikki.
Spennandi ætlan
Fyri fimm árum síðan fór ein bólkur av námsfrøðingum, lærarum, fólki innan heilsuverkið og øðrum í Runavíkar kommunu undir eina serliga ætlan: At inkludera fýra børn við autistiskum eyðkennum í ein púra vanligan flokk í Runavíkar skúla. Ein av stigtakarunum var Harry Knudsen.
"Í fyrstuni ivaðust nógv, eisini myndugleikarnir. Men tað eydnaðist okkum at fáa øll við í ætlanina, og kommunan hevur verið framúr hjálpsom í hesum arbeiðinum," sigur Harry Knudsen.
Hann er sannførdur um, at tað hevur týdning fyri tann menningartarnaða og alt samfelagið, at hesin næmingurin við serligum tørvi verður inkluderaður í ein vanligan skúlaflokk. Hetta er tað, námsfrøðingar rópar inklusjón.
"Tað øvugta, ekslusjón, merkir t.d., at børn við menningartarni ganga í serflokkum ella í serskúlum. Tað kann vera gott fyri nakrar næmingar. Men tá liva teir í einum sonevndum paralellsamfelag, teir koma ikki regluliga í samband við - og at spæla við børn, sum ganga í vanligum skúlum. Og tað kann vera rættiliga spell," heldur Harry Knudsen.
Uppgáva um ADHD og autismu
Harry Knudsen hevur tikið bachelor-prógv í námsfrøði. Høvuðsuppgávan snúði seg um inklusjón kontra ekslusjón av børnum við ADHD og autismu. Hetta er eisini økið, hann arbeiðir við í dag.
"Okkara sjónarhorn var at inkludera børn við ADHD og autismu í normaløkið. Vit fóru inn at hyggja eftir, hvat skal til fyri at fáa tað at rigga. Og vit komu millum annað til, at tað er týdningarmikið, at normeringin. Og tað er av stórum týdningi, at játtanin eisini fylgir við tímatalinum, annars riggar ikki, sigur hann.
Alt avgerandi er eisini, at játtanin er soleiðis, at serfrøðin kemur inn ein til ein. Tað er, at ein námsfrøðingur ella annar professjónellur stuðul er inni í flokkinum fyri hvønn einstakan næming við serligum tørvi.
"Tú hevur ongan møguleika at lofta barninum, um játtanin ikki er ein til ein. Vit kunnu ímynda okkum, at vit hava ein næming, sum ikki megnar at vera í vanligu skúlastovuni ein ávísan tíma meira enn kanska einar 20 minuttir. Er játtanin ein til ein, so kann professjónelli stuðulin taka seg aftur við næminginum eina løtu, til hann aftur er til reiðar at fara inn í flokkin. Men tað ber ikki til, um tað eru færri stuðlar enn ein til ein. Og tað er spell fyri allar partar í flokkinum. Næmingurin verður óróligur, hinir næmingarnir verða órógvaðir, og lærarin harmast, tí hann heldur seg ikki megna uppgávuna," sigur Harry Knudsen.
Trupulleikin kann ongantíð vera børnini. Tað er játtanina, tað snýr seg um. Um játtnin til barnið er í lagi, so ber eisini til at hjálpa barninum.
"Vit skulu gera okkara arbeiði so gott, at vit glíða meira og meira burtur. Í veruleikanum arbeiða vit fram ímóti, at børnini megna so væl gerandisdagin, at óneyðugt verður við okkara hjálp. Vit arbeiða á ein hátt fram ímóti at gerast arbeiðsleys, tað er í hvussu er hugsjónin," sigur hann.
Byrjaðu í gamla skúla
Tað var í 2009, at farið varð undir spennandi ætlanina í Runavíkar skúla. Fýra næmingar, onkur við autistiskum eyðkenni og onkur við ADHD, skuldu í 1. flokk.
Serútbúgvin fólk innan økið arbeiddu av øllum alvi fyri, at hesi fýra børnini skuldu inkluderast í ein vanligan skúlaflokk. Burtur úr tí arbeiðinum kom m.a. "Uppskot til námsætlan í Runavíkar kommunuskúla." Hetta var ein námsætlan innan sjálvt serstovuøkið í Runavíkar kommunuskúla. Onki slíkt tilfar var tókt frá Mentamálaráðnum.
Teirra millum, sum arbeiddu við hesum, vóru Hugo Leo, Harry Knudsen, og Lena Jcobsen, serlærari í Runavíkar skúla. Lena Jacobsen er væl kend fyri sítt stóra arbeiði sum serlærari á økinum.
Í uppskotinum stendur m.a.: "Málini kunnu vera langtíðarmál ella fyri styttri tíð. Fakligu málini seta starvsfólkini, meðan mál fyri persónligu menningina verða gjørd í samráð við foreldrini. Sum dømi um menningarmál kunnu nevnast mál og samskifti, sosialt virksemi og atferð, spæl og ítriv, rørslur, sansir og sjálvhjálpni."
Eftir summarfrítíðina í 2009 byrjaðu teir fimm næmingarnir í einum vanligum flokki í gamla skúla í Runavík. Samstundis fekk sertoymið eisini onnur høli í skúlanum, sum tey kundu trekkja seg aftur til, hvørja ferð, tað var neyðugt.
"Kommunan gav okkum soleiðis avbera góðar umstøður at byrja hetta arbeiðið. Og eg kann lova tær fyri, at arbeiðið hevur givið úrslit. Sást tú hesar næmingarnar, tá teir byrjaðu, so trúði tú tí ikki. Tú noyddist næstan at halda teimum fyrstu tíðina. Í dag eru næmingarnir ein fult integreraður partur av einum vanligum skúlaflokki," sigur Harry Knudsen.
Speglingin týdningarmikil
Serfrøðingar innan stuðulsøkið kunnu gera nógv. Men Harry Knudsen er sannførdur um, at tað hevur stóran týdning at inkludera børn við menningartarni í vanliga samfelagið. Og royndirnar hjá serliga toyminum í Runavíkar skúla eru góð prógv.
"Fyrstu tíðina dugdu næmingarnir við serliga tørvinum illa at vera millum hinar næmingarnar. Men so tekur tú teg aftur. Og so leggur tú á aftur. Spakuliga, men trygt nærkast næmingarnir. Og tað er her, at speglingin er so týdningarmikil. Eitt er, hvat vit sum serfrøðingar kunnu læra teir, men bestu læruna fáa teir við at spegla sær í hinum næmingunum. Sum frálíður vita tey, at soleiðis og soleiðis bera hini seg ikki at. Og kanska gera vit okkurt skeivt. Tey læra av hinum. Nú vita tey, hvussu tey skulu bera seg at millum hinar næmingarnar. Og í dag eru tey ein fullkomin partur av flokkinum," vísir Harry Knudsen á.
Tá føðingardagar eru í flokkinum, verða næmingarnir við serligum tørvi bodnir við. Ongin setur spurnartekin við tað. Tað er ein sjálvfylgja. Og hóast tað ikki sæst so væl á teimum, so vita tey, ið kenna hesar næmingarnar, at teir fegnast hvørja einastu ferð um at vera ein natúrligur partur av hinum.
"Haraftrat er onkur av næmingunum sera væl fyri fakliga t.d. í støddfrøði," fegnast Harry Knudsen.
Í uppskotinum til námsætlan í Runavíkar skúla nevna tey trý viðurskifti, sum óloysiliga hanga saman, skal virksemið eydnast: Tíð, samstarv og karmar. Aftrat hesum nevnir Harry Knudsen fýra viðurskifti: Spegling, toleransa, opinleika og rúmligheit.
"Hetta eru grundleggjandi viðurskifti, sum skulu til fyri at framtíðin hjá hesum ungu skal eydnast. Hetta er tað, sum kann verða við til at geva teimum eitt gott lív," heldur hann.
Hey, Harry, hvussu gongur?
Eg fekk sjón fyri søgn. Sertoymið í Runavíkar skúla hevur verið við til at broytt lívið hjá hesum næmingunum nógv.
Vit eru á veg inn í Rúnavíkar skúla.
"Hatta eru tríggir av okkara næmingum, sum sita har beint innan fyri hurðina," sigur Harry Knudsen mær.
Tað er fríkorter. Vit lata hurðina upp, og har sita teir so fittir. Hyggja í eina bók ella Ipad. Okkurt sovorðið.
"Hey, Harry, hvussu gongur", spyr ein teirra.
"Jú, jú, hjá mær gongur væl," svarar Harry Knudsen.
"Tað gongur eisini væl hjá mær," sigur hesin ungi.
Hann er bæði glaður og errin, tá hann sigur mær, at júst hasin næmingurin var ein, tú nærmast noyddist at halda fyrstu tíðina. Í dag ber hann seg at sum aðrir næmingar. Fegnast um støðuna. Vísir áhuga fyri hinum.
"Eg veit, at tað sjálvandi ikki eru øll børn við menningartarni ella serligum avbjóðingum, sum kunnu fara ígjøgnum eina sovorðna skipan. Men nógv kunnu. Og fyri tey er tað gott. Tey kenna seg viðurkend. Samfelagsnyttan er eisini nógv størri, um tú vilt. Tað er nógv kostnaðarmiklari at hava sovorðin børn á stovni. Og so er hetta ein góður háttur at gera tey til ein natúrligan part av okkum," heldur Harry Knudsen.
Vit ganga runt í nýggja og væl útgjørda skúlanum. Her er ljóst og vinarligt. Her er serstovan, sum stuðlarnir kunnu taka seg aftur í saman við næminginum. Her fáa tey frið. Og her hava tey sítt egna pláss. Løtu seinni eru vit inni á stóra bókasavninum. Í einum stóli situr ein av næmingunum hjá sertoyminum stillur og lesur. Ein annar spákar aftur og fram, tekur eina bók, blaðar upp og setur seg. Friðarligur. Ongin kann siga, at hetta eru næmingar, sum høvdu stórar trupulleikar at vera saman við øðrum fyri smáum fimm árum síðan.
Visualisering og konkretisering
Á bókasavninum hitta vit tveir av starvsfeløgunum hjá Harry Knudsen, Evi Mikkelsen, námsfrøðing, og Fríðu Johannesen, sum er ergoterapeutur. Í prátinum teirra millum kemur fram, at tá tey hava lítið at gera í tímunum, er tað tekin um, at næmingarnir hava tað gott. Tey tosa um mongu amboðini, tey brúka í arbeiðinum. Aftur hoyri eg orðið "spegling", hetta at næmingar við menningartarni læra av hinum næmingunum.
"Vit hava eisini nýtt sonevnda viðurkenningsskipan. Eg veit, at øllum dáma ikki slíkt, men veruleikin er tann, at tað riggar. Fyrstu tíðina kundu vit siga, at um tú roknar í 10 minuttir, so skalt tú sleppa at spæla nintendo í 10 minuttir. Tað riggar, og tað er tað týdningarmesta," sigur Evi Mikkelsen.
"Tað hevur eisini verið rættiliga týdningarmikið at visualisera og konretisera, serliga fyrstu tíðina. Vit hava nýtt myndir, t.d. hava vit havt eina mynd fyri fríkorter, eina fyri wc, eina fyri svimjing o.s.fr. Tað hevur týdning, at børnini skilja rammurnar, og at tær eru ítøkiligar, sigur Fríða Johannesen.
Næmingarnir hava eisini kontaktbók, sum teir altíð hava við sær. Á tann hátt kunnu øll fylgja við í, hvat teir gera, bæði í skúlanum, frítíðarskúlanum og aðrastaðni. Onkuntíð skriva foreldrini í bókina um, hvat næmingarnir hava gjørt í vikuskiftinum. Tá ber til at tosa við næmingin um tað.
"Í dag hava vit nakrar glaðar og væl nøgdar næmingar. Næmingar, sum trívast inni í einum vanligum skúlaflokki. Næmingar, sum hinir næmingarnir taka við í so mongum høpi, t.d. í føðingardagar og til tað, tey rópa vinarbólk. Vit kunnu bara fegnast um, at arbeiðið hevur givið so gott úrslit," siga tey trý, Fríða Johannesen, Evi Mikkelsen og Harry Knudsen.
-------
FAKTA
Navn: Harry Knudsen
Útbúgving: Námsfrøðingur 2007
Aldur: 38 ár
Kona: Nanna Hentze Knudsen
Børn: Benjamin 14 ár, Teitur 8 ár, Emma Charlotta 4 ár
Arbeiði: Runavíkar kommunuskúli










