Tjóðveldisflokkurin og skúlin
Tjóðveldisflokkurin hevur umsitið skúlaøkið í landsstýrinum í mong ár. Flokkurin hevur raðfest
Skúlan ómetaliga høgt, tí hann hevur dugað at sæð týdningin av einum góðum skúla.
Í 1979 yvirtóku vit føroyingar umsitingina av okkara skúlaverkið. Landsstýrismaðurin í skúlamálum tá, var Finnbogi Ísakson. Vit minnast øll, hvussu sambandskreftirnar tá rinu og hvinu um nevndu yvirtøku, ið fór at hava allar landsins ólukkur við sær. Vit megnaðu hetta væl og virðiliga, fingu eina dugnaliga umsiting, og tað er neyvan nakar í dag, ið hevði viljað, at skúlaumsitingin aftur fór á danskar hendur.
1. januar 2002 taka vit stigið fult út - vit rinda sjálvir allan raksturin av okkara skúlaverki, og verða nú ikki bundnir av nakrari danskari rammulóg, sum vit hava verið higartil.
Lestrarstuðulin
Sitandi samgonga setti sær sum mál, at stuðulin til tey lesandi skuldi hækkast. Sjálvur átti eg tann heiður at umsita skúlamál, haruppi í lestrarstuðulin. Hetta eydnaðist, stuðulin varð hækkaður við 25 prosentum á fíggjarlógini, úr 40 mió. kr. upp í 5o mió. kr., samstundis sum hann skuldi prístalsregulerast. Óneyðugt er at siga, at nevnda hækking munaði sera væl.
Tann dagin vit átaka okkum fulla ábyrgd av landinum og skulu rinda lestrarstuðul til teirra, ið fara út um landoddarnar at fáa sær útbúgving, er mál Tjóðveldisfloksins, at okkara lesandi skulu fáa somu sømdir, sum tey fremstu Norðurlondini, hava skapt sínum lesandi, um somu tíð sum vit fara at gera útbúgvingaravtalur við tey.
Í míni tíð sum landsstýrismaður hevði eg fundir við íslendska, danska og norska skúlamálaráðharrarnar um skúlasamstarv á ymsum økjum, landanna millum. Allir vístu teir stóran áhuga fyri tí og vóru til dystin fús.
Latum tykkum ikki ræða
Sum longu nevnt, so raðfestir Tjóðveldisflokkurin skúlamál sera høgt.Eingin skal lata seg ræða av tí , ið afturhaldskreftirnar bera fram um Tjóðveldisflokkin og skúlapolitikk hansara - neyvan verður hann í betri hondum enn í hondum Tjóðveldisfloksins.