Í oddagrein í seinasta Skúlablaðnum skrivar lærarafelagsformaðurin, Magnus Tausen, at stóri spurningurin er, hvussu skúlin saman við foreldrunum skal megna at búgva næmingarnar út til samfelagið, og allar tær avbjóðingar, freistingar, villleiðingar og annað, sum har er, men samstundis verja hesi somu børn fyri óhepnum ávirkanum innan skúlagátt.
-Í øðrum londum hava brúkaraumboð gjørt greiðar reglur, sum skulu verða fylgdar, tá ið tað viðvíkur børnum og lýsingum. Tað mugu vit hava í Føroyum eisini, so at skúlaleiðarar, lærarar og ikki minst fyritøkurnar sjálvar vita, hvussu tær skulu gera, í málum sum hesum. Tí vantandi reglurnar á økinum skapa ótryggleika, og tað kann gera tað, at fyritøkurnar halda seg burtur. Serliga tá ið umtalan av teimum verður negativ, skrivar Magnus Tausen og heldur fram:
-Hóast børn eiga at verða serliga vard á øllum økjum, so nyttar tað lítið at balla tey inn í vatt og halda allar freistingar frá teimum. Fyrr ella seinni skulu tey taka støðu, og tá er best, um foreldur og skúli hava lagt niður í tey at vera vandin, og soleiðis sjálv at skyna á og standa ímóti.
-Tí eiga vit ikki halda øllum fyritøkum og øllum lýsingum burtur úr skúlanum. Í staðin eiga vit at hava mmannagongdir og greið mørk og gott samstarv við hesar fyritøkur. Tær kunnu veita skúlanum nógv, sum figging annars ikki er til. Hóast óheppin dømi hava verið, og misskiljingar helst eisini, so eiga vit at læra av tí heldur enn at kvetta sambandið heilt við vinnulívið. Skúlin kann ikki setast undir ostaklokku, skrivar Magnus Tausen.