Skúlin fyri øll?

Okkum tørvar enn fakfólk, segði leiðarin á Sernámsdeplinum

Hans Eli Dahl, leiðari á Ser­námsdeplinum, byrjaði við at greiða eitt sindur frá tí søguliga perspektivinum. Í 1964 byrjaði Spesialskúlin í Havn við deyvum børnum. Tá tey vóru flest, gingu 90 næmingar á skúlanum. Av tí at møguleikarnir hjá avvarðandi av bygd at vitja á skúlanum vóru avmarkaðir, var ráðgevingin til heimini eisini avmarkað.
Í dag eru tey 45 næmingar á skúlanum.
Í áttatiárunum tók kjak seg upp um skúlan fyri øll, og við nýggjari fólkaskúlalóg kundu for­eldur krevja, at betri skúla­tilboð komu í teirra bygdum.
Hans Eli Dahl greiddi frá, at hóast serfrøðin í Før­oy­um er vaksandi, so tørvar okkum enn fakfólk, sjálvt um vit fáa nógv for­erandi, sum hann tók til, frá dønum, og samstarvið er gott.
Eitt úrslit av kanningum í Føroyum er, at talið av autistum her heima er lut­­falsliga tað sama sum í okk­ara grannalondum, men Hans Eli Dahl spurdi retor­iskt, hvar hesi børnini eru.
Svarið var, at vit í Føroy­um hava 6 skúlar við ein­um autiskiskum barni, tveir skúlar við tveimum autistiksum næmingum, ein skúla við fýra, ein við trimum og so sjálvandi spesisalskúlan í Havn, har fýra autistiskir næmingar ganga. Við Asperger er líkn­andi støða, nevniliga 31 næmingar tilsamans.
Leiðarin á Ser­náms­depli­num staðfesti, at sjálvandi fær ein einsamallur næm­ing­ur á einum lítlum bygd­ar­­skúla ikki sama tilboð sum ein næmingur á spesial­skúla í Havn.
Fyri nøkrum fáum ár­um síðani kom ein ar­beiðsbólkur fram til eitt úrslit, ið vísti, at tað hevði verið skilagott at farið undir at fyrireikað fimm tænastueindir, har fólk frá øllum avvarðandi myndugleikum skulu ar­beiða saman, men forð­ing­arnar í hesum sambandi eru tí ikki so fáar, vísti Hans Eli Dahl á. Sernámsdepilin setir ein sálarfrøðing og ein samskipandi serlærara, með­an kommunurnar seta skrivstovufólk og rinda skrivstovuhald. Hesi skulu so skipa fyri fundum við sosialráðgevarar o.o. Ætlanin er, at tann fyrsta av hesum sertænastueindum skal byrja í Eysturoynni í næstum, og skal hon ráð­geva skúlum, foreldrum o.ø.