Skúlin framvegis kreppukendur

- Støðan viðvíkjandi fígging og kørmum í fólkaskúlanum í dag er hættislig og ótrygg. Tað, sum er álagt við lóg, má gjøgnumførast fíggjarliga, men ferð eftir ferð er ov lítið av pengum, sigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna


 

FÓLKASKÚLIN

 

Tey eru lærarar, politikarar og limir í mentamálanevnd løgtingsins, og bæði eru tey á einum máli um, at føroyski fólkaskúlin eigur at hava góðar umstøður at virka undir. Men tá ið tað snýr seg um trupulleikarnar í dagsins skúla, hvaðani teir stava og hvussu vit koma teimum til lívs, eru tey ikki longur so samd.

 

- Mær kunnugt hava vit ein góðan fólkaskúla og eg haldi ikki, at umstøðurnar eru so ringar, sum tær verða gjørdar til í hesum døgum. Trupulleikar hava altíð verið í skúlanum og lærarar hava altíð havt eitt strævið arbeiði, men um trupulleikarnir eru størri í dag enn fyrr, dugi eg ikki at svara uppá, sigur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri fólkaflokkin og formaður í mentamálanevnd løgtingsins.

 

- Fólkaskúlin í dag er nógvar ferðir betri enn, tá ið eg vaks upp. Tá vóru børn, sum ikki megnaðu at fylgja við í undirvísingini, koyrd í ein sibbaflokk. Sibbi var eitt fakligt heiti, sum varð heft á hesi børnini og virðingin var lítil fyri einstaklinginum. Í dag er alt øðrvísi. Vit hava eina fólkaskúlalóg, sum fevnir um heildina, ið gevur einstaka menniskjanum størri møguleikar og tað í sjálvum sær er eitt stórt framstig. Spurningurin er bara, um vit í dag hava ein nóg góðan fólkaskúla. Einki bagir endamálsorðingini í fólkaskúlalógini, annað er at fylla karmarnar í lógini út, tað vil siga játta fleiri pengar, sigur Katrin Dahl Jakobsen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin og limur í mentamálanevnd løgtingsins.

 

Læraraleikluturin er grundleggjandi broyttur í mun til fyri ikki so nógvum árum síðani. Lærarar í dag taka í nógv størri álvara enn fyrr støði í hvørjum einstøkum næmingi.

 

- Tað er ikki altíð, at umstøðurnar hjá lærarum í gerandisdegnum gera tað møguligt at miðsavna seg um einstøku næmingarnar, men teir taka hetta í stórum álvara. Lærarar í dag eru ógvuliga tilvitaðir um børn, og arbeiða av fullum huga fyri at klekja sterk og heil menniskju. Kortini eiga lærarar ikki at átaka sær uppgávur sum foreldrini eiga.

 

 

 

Er skúlin fyri øll

 

Føroyski fólkaskúlin verður aldri førur fyri at geva øllum børnum í Føroyum eina nøktandi skúlagongd, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

- Skúlin fyri øll er eitt vakurt endamál og øll børn hava líka góðan rætt til skúlagongd, men eg ivist stórliga í um tað er rætt, at skúlin skal vera fyri øll, uttan mun til brek, hóast eg av fullum huga taki undir við prinsippinum. Tað er ikki realistiskt, tí hvørki skúlin ella lærararnir eru búnir at taka ímóti øllum børnum. Tað er hvørki rímiligt, at børn við serligum tørvi onga hjálp fáa í skúlanum ella at vantandi stuðulin til tey gongur út yvir hinar næmingarnar. Hendan støðan verður ikki øðrvísi um fleiri pengar verða játtaðir skúlanum.

 

- Kanska hevði tað verið skilabetri at gjørt nakrar deplar til hesi børnini, soleiðis at tey verða savnað á einum stað. Børn, sum hava sama trupulleika, hava gott av at koma saman. Men hetta er ein dýr loysn.

 

Katrin Dahl Jakobsen er ikki samd.

 

- Lærarafólk í dag seta als ikki spurnartekin við, um skúlin er fyri øll ella ikki. Tað er óetiskt yvirhøvur at kjakast um, um næmingar skulu sleppa í skúla ella ikki, og tað er ein ræðulig støða at seta bæði barn og foreldur í. Tað sum haltar er at veita neyðugu umstøðurnar til, at øll kunnu fáa líka góða skúlagongd, sigur hon.

 

Fólkaskúlalógin loyvir at gera skúlatilboð uttan fyri vanliga fólkaskúlan, um tað er í tráð við fólkaskúlalógina.

 

- Møguliga kundi serundirvísing verið skipað øðrvísi enn tað verður í dag. Tað líkist ongum, at Sernámsdepilin bara fær helvtina av tímunum til serligan tørv, sum biðið er um. At hesi, sum hava serligan tørv, onga hjálp fáa, er ein vanlukka fyri allar partar. Vit vita, at talið á teimum, sum hava serligan tørv, veksur.

 

 

 

Ótrygg viðurskifti

 

Nýggja fólkaskúlalógin er framvegis kjakevni millum lærarafólk og myndugleikar, hóast hon er fýra ára gomul.

 

- Okkurt sigur mær, at síðani vit fingu nýggju fólkaskúlalógini er nógv farið tann skeiva vegin. Í øllum førum er okkurt nýtt komið inn í fólkaskúlan sum ger, at lærarar kenna seg máttleysar. Um tað er ov hørð krøv, um uppgávurnar hjá lærarum eru vorðnar ov tungar ella um tað bara er nakað sum er uppi í tíðini, veit eg ikki, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

- Vit kunnu altíð spyrja, hvussu nógv av eini rammulóg sum fólkaskúlalógin skal setast í verk, men talan verður aldri um annað enn eina discountloysn, um tað ikki ber til at fremja endamálið við lógini í verki. Í mínum hugaheimi hongur alt saman. Hugtøkini samábyrgd og samavgerð gera, at lærarar skulu altíð arbeiða heilt øðrvísi við næmingunum enn fyrr, og tað krevur nógv. Tað skapar frustrasjón millum lærarafólk, at vit hava fingið eina lóg, sum øll eru ov illa vóru fyrireikað uppá, bæði tá ið tað kemur til pengar og innihald. Har er nógv í, sum eisini er nýtt fyri lærarar. Og frustrasjónin verður størri, nú eftirútbúgvingarnar eru skerdar so nógv.

 

- Nýggja fólkaskúlalógin er als ikki so kollveltandi, sum nógv gera hana til. Nógvar av lærugreinunum kenna lærarar væl. Og uppgávan hjá lærarum er als ikki so nógv broytt, sum nógv vilja vera við. Einasti munur er, at við nýggju lógini eru onnur orð sett á uppgávur, sum lærarar altíð hava havt, sigur Jógvan á Lakjuni.

 

 

 

Eftirlýsing

 

Jógvan á Lakjuni sóknast eftir útrokningum sum lýsa, hvussu nógvar pengar fólkaskúlin tørvar, um hann skal virka optimalt.

 

- Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur skyldu til at upplýsa fyri tinginum, hvussu nógvar pengar skúlin tørvar. Uttan útrokningar og nærri lýsing av trupulleikanum kunnu løgtingsfólk ikki taka støðu, sigur hann.

 

- Støðan viðvíkjandi fígging og kørmum í skúlanum er hættislig og ótrygg. Alt er framvegis kreppukent, ferð eftir ferð er ov lítið av pengum, og tað kann undra, tá ið yvirskotið á fíggjarlógini er stórt. Tað, sum er álagt við lóg, má gjøgnumførast fíggjarliga. Tí má fólkaskúlin hava meiri pengar. Grundin til, at skúlin ikki fær fleiri pengar, er ivaleyst, at hægstu myndugleikar ikki vilja út við pengunum, sigur Katrin Dahl Jakobsen.