- Skúlin er ikki fyri allar dreingir

Tað heldur fyrstilærarin í Skála skúla, ið ynskir at royndarkoyra ein flokk einans fyri dreingir.

Við jøvnum millumbilum kyknar kjakið um fólkaskúlin megnar at lofta øllum næmingum. Eitt av evnunum, ið serliga kann fáa sinnini í kók, er tá kjakið snýr seg um munur skal gerast á kynunum í undirvísingini.


Uppáhaldið um, at fólkaskúlin er vorðin ein skúli serliga egnaður til gentur er javnan at hoyra, og ávarað verður um, at dreingir kunnu detta niðurímillum.


Í Skála skúla kenna tey til trupulleikan, at undirvísingin ikki fangar allar dreingir. Tí hava tey søkt Mentamálaráðið, um loyvi at skipa fyri einum serligum flokki til dreingir. Tað skrivar Skúlablaðið.


In.fo hevur tosað við Don Eyðbjarnarson Joensen, fyrstalærara í Skála skúla, ið greiður frá, at talan er um eitt tilboð serliga ætlað dreingjum. 


- Summir dreingir hava øgiliga trupult við at fóta sær í skúlanum, soleiðis sum hann er skipaður í dag. Í kjakinum um fólkaskúlin er mest til gentur, eri eg samdur í, at skúlin ikki er fyri allar dreingir, sigur Don Eyðbjarnarson Joensen, og leggur afturat.


- Tí hava vit hetta tilboðið. Talan er ikki um ein permanenta flokk, men ein flokk, har ein næmingur kann fara eftir tørvi. Tað vil siga, at teir eru kanska har í nakrar vikur, og síðani verður eftirmett, um talan er um eitt betri tilboð til viðkomandi enn vanlig undirvísing. Soleiðis hava vit møguleikan at flyta næmingar millum flokkar.


Fyrstilærarin metir ikki, at nýggja tilboðið fer at gera ávísar næmingar verri fyri enn aðrir. Talan er um avmarkaða tíð, og næmingarnir fara framhaldandi at taka lut í vanligum tímum við sínum vanliga flokki.


- Sjálv skúlagongdin verður ikki broytt. Tað vit hava søkt um, er at hava ein dreingjaflokk tjúgu tímar um vikuna. Tað er ikki fult skema hjá nøkrum, so teir koma framhaldandi at ganga í sínum vanliga flokki, men viðhvørt eru teir so í hesum dreingjaflokkinum.


Don Eyðbjarnarson Joensen upplýsir, at talan er um eina roynd at skipa undirvísingina øðrvísi fyri næmingar, ið hava trupult við at sita stillir í skúlanum.


- Vit hava ikki endaliga avgjørt hvussu innihaldið skal vera, tí vit bíða enn eftir, at Mentamálaráðið gevur okkum loyvi til hetta. Men tað fakliga kann virka nokk so óítøkiligt fyri nógvar dreingir, so ætlanin er at taka teir út og gera tað meira ítøkiligt. Tað er møguligt við t.d. at fara á flot, fletta seyð ella stika eitt stykkið, og fáa teir at rokna víddina av tí.