Skúlin er ein søkkandi skúta

Lærarar eru gíslar og rýma í stórum tali úr skúlanum, tí teir eru offur í beiskum stríði millum land og kommunu, sigur Magnus Tausen í Lærarafelagnum Tað er ov hjálparleyst, at stríð sum uppgávubýti skal forkoma okkum. Hetta sigur Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, í grein við yvirskriftini ?Lærarar eru gíslar!? í dag. Formaðurin heldur tað vera ótrúligt, at ógreiða uppgávubýtið ímillum land og kommunur framvegis skal forkoma neyðugu menningini í skúlanum.

Í greinini, sum stendur á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum, slær hann fast, at skúlin er søkkandi skúta, har hvør má bjarga sær sum frægast.

- Fyri fáum árum síðan vóru lærarar at manna øll størvini. Nú er læraratrotið um 10 prosent. Ein frágreiðing er, at skúlaskipanin er alt ov stirvin, og at alt ov nógvar forðingar eru, sigur hann, og leggur afturat, at Mentamálaráðið hevur ikki orkuna at stýra skúlanum, sum hann skal verða stýrdur.

Og kommunurnar vilja ikki taka á seg meira, enn tær skulu. Hetta sæst millum annað aftur í, at tær nokta at gjalda fyri skeiðini.

- Lærarin er fangaður, og tað tímir eingin rættiliga leingi. Serliga tá ið tilboð um annað starv eru í yvirflóð.

Formaður Lærarafelagsins skjýtur upp, at ein langtíðarætlan má verða løgd, sum vísir, hvussu uppgávubýtið ímillum land og kommunu skal verða skipað. Hann undrast eisini á, at ein skúlaleiðari í veruleikanum ikki fær eina einastu krónu frá Mentamálaráðnum, og at skúlaleiðarin er avvápnaður, tí hann fær bara tímar og ikki eitt oyra til skeið ella tiltøk.

- So stirvin er skipanin og hetta má Mentamálaráðið broyta nú, sigur Magnus Tausen millum annað.