Umframt at skúlin fyllir 80 ár, so verður landsins elsti og fyrsti forskúlin eisini 50 ár.
Skúlin byraði í 1933, meðan forskúlin byrjaði í 1963.
Mánadagin møta næmingar til vanliga tíð klokkan 8, men tað verður ikki til vanliga skúlagongd. Tí allur skúlin verður boðin til stórt morgunmatarborð er í fimleikarhøllini, har eisini umboð fyri býráðið og Mentamálaráðið koma at heilsa uppá.
Nonnuskúlin byrjaði sum privatskúl. Tað vóru Franciskanarasystrarnar, sum vóru komnar til Føroya í 1931, ið stovnaðu skúlan. Fram til 1952 var hann bara privatur og fekk ongan stuðul, men í 1952 kom nýggj skipan í gildi, sum veitti Sankta Frans skúla 85 prosent av læraralønunum í stuðli. Í 1985 tók Tórshavnar Býráð yvir skúlan, ið síðani hevur verið ein vanligur fólkaskúli.
Skúlaárið 2013/14 ganga 246 næmingar í tilsamans 13 flokkum í Sankta Frans skúla, 1.-7. flokk. Lærararnir eru 24 umframt 4 stuðlar. Í forskúlanum eru 45 børn í tveimum flokkum, og har starvast 4 forskúlalærarar.