Væntandi verður sáttmálin klárur í næstu viku. Síðan tilboðini upp á skúlan vórðu latin upp, hevur verið samráðst við ein av tilboðsgevarunum, og nú verður roknað við, at semja verður um byggikostna á góðar 100 milliónir kr. Harumframt verða aðrar útreiðslur til eitt nú ráðgeving, eftirlit og slíkt, sum hoyrir slíkum arbeiði til. Ætlanin er, at 1., 2. og 3. flokkur, og frítíðarskúlin skulu byrja í skúlanum í 2008. Allur skúlin skal so vera endaliga liðugur í 2009.