Í løtuni eru áskoðaraumstøðurnar ikki tær bestu inni í Vika á Argjum, har AB spælir sínar heimadystir. Orsøkin er, at arbeitt verður við at gera skýli, og tað er nú komið so mikið áleiðis, at farast kann undir at stoypa fundamentið ein av fyrsti døgunum. Roynt verður at fáa áskoðaraplássini klár í august mánaði, so tá verða umstøðurnar hjá fjepparunum munandi betri.