Skúlaveruleikin hjá Tjóðveldisflokkinum

   

Heðin Zachariasen løgtingsmaður.

 ?????
Framsøgukvinna tjóðveldisfloksins Heidi Petersen skrivar í grein síni at teirra metan er at ein tílíkur miðnámsdepil vil í framtíðini gerast tann platformurin, sum øll tann føroyska miðnámsútbúgvingin kann fara at mennast útfrá.

Her meti eg at Heidi Petersen gevur okkum veruliga svari um hví, fiskuvinnuskúlin í Vestmanna bleiv steðgaður í seinasta vælskeiði har tjóðveldisflokkurin umsat skúlamál seinastu seks árini, grundgevingin fyri ikki at keypa tann bygning sum ætlanin var, endaði sum øllum kunnugt við einum argumenti á centrimetrum. Út frá tí sum Heidi Petersen skrivar, hevur ætlanin helst ongantíð verið at bygt fiskuvinnuskúlan í Vestmanna, men heldur at fingið fiskivnnuskúlan í sama depil úti í marknagili. Her kunnu vit í Norðstreymoy bert fegnast um at fólkaflokkurin kom at umsita skúlamál og har við, longu nú hevur sett 5 mió av á komandi fíggjarlóg at byggja fiskuvinnuskúla í Vestmanna.
Til ætlanina í marknagili kann eg siga, at tað ljóðar skilagott at samlað hesar skúlar saman, men tað er ikki rætt at samlað allar miðnámsútbúgvingar í Tórshavn. Annars er at siga, at vit hava ikki endaliga viðgjørt Skúladepilin í marknagili.