Skúlastjórin í Stranda Skúla fingið átalu

Mentamálaráðið hevur viðgjørt málið um broyttu próvtølini í Stranda Skúla sum eitt eftirlitsmál.

Málið byrjaði við, at Mentamálaráðið fekk ein fyrispurning og eina fráboðan frá einum lærara, tí leiðslan á skúlanum hevði broytt ársmet hjá nøkrum næmingum. Spurningar, sum vóru reistir í fráboðanini, vóru sera grundleggjandi fyri álitið á próvtalsskipanina v.m., og Mentamálaráðið tók tí avgerð um at viðgera málið sum eitt eftirlitsmál. Tí hevur hoyring verið í málinum á sama hátt, sum gjørt verður í samband við klagumál.

Mentamálaráðið staðfestir út frá hoyringini, at lærarin gav ársmetini á skeivum grundarlag, og Mentamálaráðið er av teirri fatan, at tað var rætt av skúlastjóranum at taka stig til at rætta mistakið. Men rættingin átti at verið gjørd beint eftir, at tey skeivu ársmetini vóru skrivað í próvtalsprotokollina og í tøttum samskifti við læraran, sum gav ársmetini.

Mentamálaráðið hevur givið skúlastjóranum eina átalu fyri óhepnu handfaringina av málinum og gjørt greitt, at hetta eigur ikki at endurtaka seg.

Mentamálaráðið ger ikki meira við eftirlitsmálið um Stranda Skúla.

Til ber at lesa alla niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum her