Skúlastjórin hálshøgdur

Taliban góðtekur ikki, at gentur ganga í skúla í Afghanistan. Tað kostaði einum skúlastjóra lívið.

Fyrradagin brutu vápnaðir menn inn í húsini hjá skúlastjóranum í afghanska býnum Qalat. Teir togaðu hann út songini og hálshøgdu hann, meðan teir noyddu konuna og børnini at hyggja at.

Sambært tíðindastovuni AP vóru tað uttan iva limir í Taliban, sum myrdu Malin Abdul Habbi, og orsøkin var helst, at hann hevði givið gentum loyvi at ganga í skúla. Tað vil Taliban ikki góðtaka, og felagsskapurin hevur fleiri ferðir gjørt seg inn á skúlar, sum hýsa gentum. Tað hevur havt við sær, at 100 av teimum 170 skúlunum í Zabul-landspartinum eru stongdir, og at bara 2.700 av teimum 35.000 næmingunum eru gentur.

Fyri nøkrum vikum síðani varð ein lærari myrdur í Nad Ali har suðuri í Afghanistan, tí hann hevði havt gentur í skúlanum. UNICEF sigur, at Taliban roynir eisini at ræða foreldur frá at senda døturnar í skúla.

Tá Taliban sat við ræðið í Afghanistan, var tað bannað gentum at ganga í skúla.