Kavaódn
Tað máttu vera gleðiboð hjá flestu skúlanæmingunum í Føroyum, tá Útvarp Føroya bar boðini um, at flestu skúlarnir í landinum máttu avlýsa skúlagongdina mikudagin. Ringa veðrið gjørdi tað í flestu førum ómøguligt at hava vanliga skúlagongd. Boðini um nógvu avlýsingarnar streymaðu frá upplesaranum í Útvarpi Føroya um áttatíðina í mikumorgunin.
Lærarar vantaðu
Karin Hammer er skúlastjóri í Kollafjarðar skúla, og hon varð noydd at avlýsa skúlagongdini hjá sær mikudagin. Orsøkin var tann, at flestu lærararnir koma aðrastaðni frá, og tað var ikki møguligt hjá teimum at koma til arbeiðis. Teir 122 næmingar í Kollafjarðar skúla koma flest allir við bussi í skúla, og hesin koyrdi ikki mikumorgunin, so næmingarnir skiltu, at eingin skúlagongd var á skránni.
Tað sama skilið var hjá Kvívíkar skúla, har Bjarni Heinesen er skúlastjóri. Tey 51 børnini í Kvívíkar skúla sluppu undan undirvísing mikudagin. Orsøkin var eins og í Kollafirði, at lærararnir ikki sluppu til arbeiðis, tá flestu teirra búgva aðrastaðni enn í Kvívík. Børn koma eisini frá grannabygdunum, og tað var eingin bussur hjá teimum at koyra við.
Ragnar Magnussen, stjóri á Handilsskúla í Havn, visti sær heldur eingi onnur ráð enn at avlýsa skúlagongdina mikudagin. Tað vil so siga, at tað var skúlagongdin hjá FHS og HH, sum varð avlýst. Øll onnur undirvísing seinnapartin og um kvøldið var á skránni sum vanligt.
Ragnar sigur, at veðrið var so mikið vánaligt í Marknagili og næmingar koma eisini aðrastaðni frá, soleiðis at hann varð noyddur at avlýsa, men hann heldur aftaná, at skúlagongdin hevði kunnað hildið fram frá kl. 10 á morgni. 230 næmingar ganga á Handilsskúlanum sum FHS og HH næmingar. Tveir næmingar vóru á veg í skúla, men hesir máttu taka til takkar við einum frídagi.
Fyri aðruferð í 17 ár varð skúlagongdin á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum avlýst. Ringa veðrið gjørdi tað ógvuliga trupult at fáa fólk í skúla, tí m.a. koma nógvir næmingar av bygd. Eisini er ringt at koma oman í skúlan, og skúlastjórin vildi ikki risikera trafikkaos í býnum, tá nógvu lærararnir og næmingarnir skuldu avstað í skúla.
Fingu ikki lýst
Flestu av skúlastjórunum, ið Sosialurin tosaði við fíltust á, at tað var so mikið trupult at fáa hendur á nøkrum í Ùtvarpi Føroya fyri at avlýsa skúlagongdini. Tað var tó bert í einum einstøkum føri, at næmingar vóru komnir í skúla, tí í flestu førum var eingin bussur at koyra tey í skúla, og tað vóru óivað eisini mong, ið settust aftur uttan nærri tilmæli.
Úr Útvarpi Føroya verður sagt, at áðrenn klokkan átta kunnu fólk venda sær til tíðindadeildina við lýsingum av hesum slag, sum hava skund, tí latið verður ikki upp fyrr enn kl. 8 at taka ímóti vanligu lýsingunum. Hann heitir á fólk í tílíkum støðum um heldur at senda teldubrøv ella fax.








