Skúlar og Eldrasambýlir

Nú tað stundar til byráðsval 2008 og vit skulu velja nýtt byráð, kundi eg hugsað mær at trivið í spurningin um at fáa fleiri skúlar og eldrasambylir

Eg meini at hetta skal hava fyrsta prioritet, fýra tey næstu árini.

Tvey tey fyrstu árini í komandi setu, fara nokk við teimum protiektum, sum verandi samgonga hevur sett út í kortið, her hugsi serstakulia um skúlan í Hoyvík og á Argjum.

Um tvey ár, tað vil siga, 2011 eru skúlin í Hoyvík og á Argjum lidnir og børnini á Argjum eru farin í tann nýggja skúlan. Tá stendur verandi skúli tómur. Tórshavnar komuna skal tá ígongd við eldrasambylið úti við Strond. Her kundi eg hugsað mær at núverandi skúlin á Argjum bleiv umbygdur og reneveraur til eitt eldrasambyli.

Á núverandi skúla eru umstøðurnar sera góðar, godt umhvørvi, vi góðum útsýni yvir ta deiligu Havn og lívið har er, so hevur skúlin baði svimjihyl og fimleikahøll at styrkja tey gomlu. Hetta eldrasambylið skuldi fyrst og fremst verið fyri brúkarar av Argjum, Kirkjubø, Velbastað, Syradali og Norðadali. Tann gamli skúlin kundi verið brúktur til 10 flokk, sum longu í næsta ár hava trupuleikar við hølisviðurskiftum.

X við Fólkaflokkin listi A