Skúlanæmingarnir í framhaldsdeildini í skúlanum á Tvøroyri, fáa nú høvi til at sleppa inn á uppsjóvarvirkið hjá Varðanum at vera í ein dag.
Hetta er úrslitið av eini royndarverkætlanm sum Tvøroyrar skúli og Varðin Pelagic hava sett í verk og tískil fara allir næmingarnir í 8. og 9. Flokki á Tvøroyrar skúla í starvsvenjing á virkinum í ein dag.
Hesin dagurin verður skipaður soleiðis, at tey á Varðanum fara at hava eina framløgu fyri næmingunum, har tað verður kunnað um tey ymisku starvsøkini á virkinum.
Eftir hesa kunningina fáa næmingarnir møguleika at velja eitt ella tvey starvsøki á virkinum, har tey kunnu fara í dagstarvsvenjing og jer fara teir at fylgja einum starvsfólki á øknum í ein dag.
Varðin Pelagic er eitt stórt og fjølbroytt arbeiðspláss, ið hýsir nógvum ymiskum yrkisgreinum.
– Hetta er ein góður møguleiki hjá næmingunum at fáa sær eina fatan av ymsum arbeiðsøkjum, og kanska kann hetta geva teimum hug til at fáa sær eina lívsleið á hesum øki, tá ið tey verða vaksin.
Afturat hesum tiltakinum, tekur virkið hjá Varðanum eisini ímóti næmingum í vanligu starvsvenjingini í framhaldsdeildini, har teir eru í starvsvenjing í tvær vikur í senn.