Skálamenn ríða á aldukambinum

Á Skála ætla teir sær at halda fram við góðu byrjanini upp á kappingarárið, nú uppflytararnir úr Fuglafirði koma á vitjan

Upptakt

Skála hevur fingið eina sjáldsama góða byrjan upp á kappingarárið í ár. Fýra stig av seks møguligum aftaná tvey tey fyrstu leikumførini er óhoyrt hjá Skála í bestu deildini. Fyrst vunnu teir á føroyameistarunum úr HB á Skála, og í øðrum umfari fingu teir javnleik á útivølli móti VB.

Liðskiparin leikbannaður
Heimaliðið hevur alt sítt fólk tøkt til dystin móti fuglfirðingum sunnudagin, og vónirnar eru góðar undan dystinum. Venjarin hjá Skála, Johan Nielsen, sigur, at teir fara at royna at halda fram við góðu byrjanini, og sjálvsagt fara teir eftir øllum trimum stigunum, hóast tað altíð er trupult.
Fuglfirðingar hava næstan allar mans klárar til dystin sunnudagin. Einasta undantakið er liðskiparin, Eyðolvur Petersen, sum fekk reyða kortið í fjórðingsfinaluni móti KÍ seinasta vikuskifti, og sum tískil er leikbannaður til dystin sunnudagin. Høgni Zachariassen, ið hevur drigist við ein skaða í hondini, er við aftur í hópinum hjá ÍF, sum ætlar sær øll trý stigini heim við aftur av Skála.