Vestmannatrolarin Skálafossur slapp við 40.000 krónum í bót fyri at hava fiskað við ov smáum meskum. Seinnapartin í gjár boðaði Fiskiveiðieftirlitið politinum frá, at Tjaldrið hevði tikið Vestmannatrolaran Skálafoss á Skeivabanka.
Fólk av Tjaldrinum høvdu verið umborð og kundu staðfesta, at meskarnar í trolinum vóru ov smáar. Markið er 145 mm, men meskarnar á trolinum hjá Skálafossi vóri 141 og 142 mm.
Tjaldrið fór til Havnar við Skálafossi, sum longu týskvøldið fekk eitt sektaruppskot upp á 40.000 krónur. Tað góðtók skiparin, og reiðaríið veitti trygd fyri upphæddini.
Túrurin hjá Skálafossi var um at vera liðugur, tá ið hann var tikin.