Uppskot til løgtingslóg um tunnilssamband millum Suðurstreym og armarnar á Skálafirðinum er nú latið Løgtinginum. Endamálið við lógini er at geva landsstýriskvinnuni heimild til at gera avtalu við P/F Skálafjarðartunnilin um at byggja, reka og fíggja ein undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð.
- Ætlanin er at gera tunnilin sum eitt vega- og tunnilssamband frá økinum norðan fyri Havnina, sum umvegis eina undirsjóvar rundkoyring býtir seg sundur til økini við ávikavist Strendur og Runavík. Fyribils metingar siga, at samlaða verkætlanin fer at kosta umleið eina milliard krónur, og so stór verkætlan er ikki áður framd her á landi, boðar Innlendismálaráðið frá.
- Lógaruppskotið eftirlíkar einum ynski um at betra undirstøðukervið í Føroyum. Roknað verður við, at tunnilin fer at betra flytførið munandi og at binda føroyska samfelagið meira saman. Útrokningar vísa, at samfelagsliga loysir verkætlanin seg væl, so roknað verður við, at tunnilin fer at økja búskaparliga vøksturin í landinum, sigur Innlendismálaráðið.
Eftir háttinum, ið valdur er at geva loyvi eftir, verður tunnilin fíggjaður av einum privatum loyvishavara við vanligu rakstrarinntøkunum hjá tunlinum. Tað verður sostatt ikki latin almennur peningur til verkætlanina. Tá loyvishavarin hevur goldið skuldina í tunlinum aftur, verður tunnilin latin landinum aftur uttan viðurlag.
Samráðingar hava í eina tíð verið millum P/F Skálafjarðartunnilin og Innlendismálaráðið um innihaldið og treytirnar í eini loyvisavtalu. Komið er væl áleiðis við hesum samráðingum, og Annika Olsen, landsstýriskvinna, miðar eftir, at avtala verður undirskrivað við felagið áðrenn 1. november í ár.