Einasta orsøk til, at eitt útlendskt pensjónsfelag vil gera íløgur í Skálafjarðatunnilin er, at avkastið verður risastórt og at tað er ein sera trygg íløga. Kári P. Højgaard og landsstýrið mugu greiða Føroya fólki frá, hví tey vilja senda 100tals milliónir av landinum at ríka útlendsk felag, heldur enn at brúka hendan pening til at útbyggja føroyska samfelagið fyri.
Eitt pensjónsfelag hevði ikki so mikið sum umhugsað at gjørt íløgu í føroyskan undirsjóvartunnil fyri eina milliard, mettu tey ikki íløguna koma aftur við dyggum avkasti, og mettu tey hana ikki at vera nærum 100% trygga. Tí slíkar pengar spælir ein sær ikki við. Men Kári P. Høgjgaard spælir sær veruliga við virðini hjá føroyingum, tá hann um fáar dagar fer at undirskriva avtalu, sum bindur landið 50 ár fram í tíðina.
Vit hava eftirhondini drúgvar royndir við bygging av undirsjóvartunlum. Tann, sum setir seg inn í hetta mál, finnur skjótt útav, at tað als ongar haldgóðar grundgevingar eru fyri, at júst hesin tunnilin skal vera privatur. Tvørturímóti. Tí av øllum verandi og komandi tunlum, er hesin tann, sum fíggjarliga ber seg so nógv best. Eitt alment partafelag, sum stendur fyri byggingini, fær lættliga lán til íløguna, og til eina betri rentu, enn eitt privat felag. Árligu inntøkurnar vera væl oman fyri 100 mio, og sostatt ríkiligar til at bera eitt stórt lán. Og harumframt brúka vit ein kendan leist – sum vit longu hava góðar royndir av, við tunnilsfeløgunum vit longu eiga.
Lógin um privatan einkarætt til at byggja og reka Skálafjarðatunnilin (tingmál 161/2009, samtykt í mai 2010) sigur púra greitt, at um P/F Skálafjarðatunnilinum, sum lógin varð smíðað til, kortini ikki megnar at lyfta uppgávuna, so kann landsstýrismaðurin lata annað privat felag átaka sær uppgávuna – men, tað skal gerast í fríari kapping.
At landsstýrismaðurin sjálv?ur hevur leitað eftir møgu?lig?um áhugaðum, hevur einki við fría útbjóðing at gera, og tí er sera ivasamt, um hann er røttu megin lógina.
Gullegg givið burtur
Í sambandi við lógina um einka?rætt metti ráðgevarafyri?tøkan Deloitte, at verkætlan?in fyri skatt kann bera 9,3 % í avkasti av samlaðum kapi?tali og 15% av eginpeningaav?kasti. Fleiri, teirramillum Kapp?ingarráðið, vístu í vinnunevndini tá á, at hetta tyktist vera eitt munandi størri avkast, enn tað váðaavkast, sum hevði verið rímiligt, í eini verk?ætlan, sum er rættuliga trygg.
Tess hægri avkast, privata felag?ið tryggjar sær, tess meira skal brúkarin sjálvandi gjal?da. Innlendismálaráðið og KPH tykjast fylgja hesum leisti, og hava møguliga lagt enn meira omaná til privata fela?gið. Hetta merkir, at oman fyri eina milliard fara at verða send av landinum og niður í út?lendsk?ar lummar. Og í heili 50 ár koma føroyingar ongan ræðisrætt at hava yvir einum sen?tra?lum parti av okkara infra?kervi.
Landsstýrismaðurin hand?l?ar fullkomiliga eftir egn?um huga. Hann fer uttanum fremstu serfrøði hansara – Lands?verk. Hann hevur ongan politisk?an fylgi?bólk havt at tryg?gja polit?iska undirtøku. Hann fer utta?num sína egnu samgongu. Hann fer uttanum fólkaval?da Løgtingið, hóast talan er um størstu íløgu í okkara infra?kervi nakrantíð! Og hann letur útlendska felagið seta treytirnar fyri samráðingunum – eisini, at einki má vera alment fyrr enn av?talan, sum er bindandi í 50 ár, er undirskrivað.
Sleppur eitt landsstýrisfólk væl frá slíkum ábyrgdarleysum arbeiðslagi, hevur okkara fólka?ræði enn einaferð tapt. Tí skal tað vera mín vón, at allar góð?ar kreftir vilja vera við til at trygg?ja, at ovurstór virðir ikki verða avreidd av landinum – enntá uttan parlamentariska viðgerð.