Skálafjarðartunnilin privatur

Gerhard Lognberg, sum vendi CHE-samgonguni bakið, tá hon ikki vildi vita av Sandoyartunlinum, er hinvegin partur av ABC-samgonguni

Nógv umrøddu tunlarnir hava verið úti fyri einari kúvending, nú ABC-flokkarnir hava skrivað nýtt samgonguskjal. Og Javnaðarflokkurin er aftur fullmannaður, eftir at Gerhard Lognberg vendi seinastu samgonguni bakið.

- Eg eri væl nøgdur við tað, sum stendur í samgonguskjalinum. Man kundi altíð ynskt sær tað betur, men eg haldi, at tað er nøktandi fyri meg, sigur Gerhard Lognberg.

Hann avdúkar, at tað stendur í samgonguskjalinum, at tá Norðoyatunnilin er niðurgoldin, verður byrjað at gjalda inn til Sandoyartunnilin.

- Hann verður skipaður í partafelagsformi eins og hinir undirsjóvartunlarnir, meðan Skálafjarðartunnilin verður privatur, kundi Gerhard Lognberg avdúkað, beint undan at tingmaningarnar settust saman at tingast um býti av málsøkjum.

Hann váttar sostatt, at hann er partur av samgonguni, sum hevur skrivað samgonguskjal, og sum enn tingast um málsbýtið.