Skálafjarðartunnilin ikki til egnan vinning

Krøvini frá myndugleikunum fara at tryggja, at eigarar og íleggjarar ikki fáa órímiligar fyrimunir av ætlanini, sigur leiðslan í P/F Skálafjarðartunlinum. Tey, sum standa aftan fyri ætlanina at gera Skálafjarðartunnilin, vísa aftur, at verkætlanin er gjørd við egnum vinningi fyri eyga, soleiðis sum røddir hava sagt í seinastuni.

Í frágreiðing skrivar leiðslan í P/F Skálafjarðartunlinum, at loyvistreytirnar frá myndugleikunum fara at tryggja, at nýtslugjaldið ikki verður hægri, enn at inntøkurnar kunnu fíggja rakstur, innkrevjing og lánsgjald umframt eitt rímiligt avkast av partapeninginum í mun til váðan.

Leiðslan vísir á, at verkætlanin er ikki váðaleys, tí gongur arbeiðið við tunlinum illa, kann felagið missa nógvar pengar. Gongur alt hinvegin eftir vild, verður tunnilin goldin aftur eftir 25 - 30 árum, og tá verður hann latin landinum uttan kostnað, skrivar leiðslan í P/F Skálafjarðartunlinum í frágreiðingini.

Um spurningin, hvørt tað privata ella tað almenna skal gera tunnilin, sigur leiðslan, at í sambandi við privata fígging hevur tað almenna ongan váða. Eingir almennir pengar verða bundnir at verkætlanini og kunnu tí brúkast til annað.

Harafturat vísir leiðslan á, at skuldi tað almenna framt verkætlanina, hevði hon verið raðfest lágt.