Skálafjarðartunnilin gerst veruleiki

Tá ásetta tíðarfreistin hjá P/F Skálafjarðartunlinum var farin 1. august, boðaði landsstýrismaðurin, John Johannesen frá, at Skálafjarðartunnilin nú verður gjørdur, ikki av tí privata felagnum, men av tí almenna.

Eitt áralangt stríð fyri at fáa Skálafjarðartunnilin framdan, er komið at enda, og nógv við mær fegnast tí um, at Skálafjarðatunnilin gerst veruleiki.

Skálafjarðartunnilin
Tann samfelagsgagnligi vinningurin av hesi íløguni er millum 100 og 130 mió. kr. um árið, í spardari ferðatíð, minni sliti og viðlíkahaldi av vegum og akførum v.m.. Ja, tunnilin kemur at binda vestaru- og eystaru síðu á Skálafjørðinum saman, og at stytta fráleikin úr Tórshavn til Skálafjørðin, t.d. inn á Strendur, Runavík og Toftir, til tann sama sum hann í dag er til Kollafjarðar.
Skálafjarðartunnilin verður ein kollvelting innan okkara samferðslukervi.

Tað privata initiativið
Spírin til hetta kollveltandi projektið spratt inni á Skálafjørðinum, og tað hava verið privat fólk og privat felag, sum hava verið drívmegin aftan fyri projektið higartil, og sum skilst boðaði felagið eisini landsstýrinum nú frá, at hóast tey ikki kundu gera nakran endaliga sáttmála við landsstýrið áðrenn 1. august, so vildu tey verða við framyvir, tí tey høvdu áhugaðar íleggjarar, sum ynsktu at gera nakrar kanningar, áðrenn teir vildu binda seg í eini endaligari avtalu.
Eldsálirnar aftan fyri Skálafjarðarprojektið hava verið fantastiskar.

Ynski
Tað sum eg og mong onnur nú ynskja er, at farið verður undir at gera Skálafjarðartunnilin, so hann gerst veruleiki ongantíð ov skjótt, og við fráboðanini hjá John Johannesen, sær út til, at Skálafjarðartunnilin nú gerst veruleiki.