Skálafjarðartunnil nú

Tað kostar samfelagnum 135 milliónir krónur um árið at bíða eftir Skálafjarðartunlinum, og tí eiga vit at fara undir hann skjótast, sigur Martin V. Heinesen. Jarðfrøðingurin, Martin V. Heinesen, leggur seg nú út í kjakið um Skálafjarðartunnilin. Og hansara niðurstøða er púra greið: »Hví Skálafjarðartunnilin ikki eigur bíða« er heitið á lesarabrævi, hann hevur sent miðlunum.

Stytta farleiðin millum Havnina og økini norðanfyri merkir sambært hansara útrokningum, at Skálafjarðartunnilin hevði spart 120.000 kilometrar í ferðslu um dagin, og hann sigur tí, at rokna vit við, at ein bilur hevur ein livitíð upp á 240.000 kilometrar, merkir tað, at ein bilur verður skrottaður annan hvønn dag.

Tá ein nýggjur bilur kostar omanfyri 200.000 krónur í meðal merkir hetta eina útreiðslju á 100.000 krónur um dagin.

Brennievnið verður roknað út til eina meirnýtslu á 70.000 krónur um dagin. Samlaði tíðarkostnaðurin verður 200.000 krónur um dagin.

Samanlagt kostar tað so 370.000 krónur um dagin at bíða eftir Skálafjarðartunlinum. Tað svarar til 2,7 milliónir um vikuna, 11,3 milliónir um mánaðan og 135 milliónir krónur um árið.

- Ein annar spurningur er so, hvør kann ella eigur at taka á seg váðan við at gera eina so stóra íløgu, sum tað er at byggja ein tílíkan tunnil. Tí sjálvandi er ein ávísur váði knýttur at hesi verkætlan, hóast hon kann tykjast rættiliga robust. Men hesin spurningur broytir tó ikki tann veruleika, at bíðitíðin er dýr ? sera dýr, skrivar Martin V. Heinesen, jarðfrøðingur.