Skálafjarðaleiðin gongur væl

Síðani 10. juli hevur Ternan 1 siglt millum Skálafjørðin og Havnina, og er tað fyrstu ferð í longri tíð. Skiparin sigur, at higartil hava nógv ferðafólk gjørt sær dælt av siglingini

Heini í Skorini


Síðani 10. juli er Ternan 1 aftur byrja við Skálafjarðasiglingini, og er tað fyrstu ferð í longri tíð, at fólk hava møguleika at sigla av Skálafjørðinum til Havnar. Løgtingið samtykti, at ein ferja aftur skuldi til at sigla av Skálafjørðinum, og nú er so aftur møguleiki hjá fólki at ferðast úr Eysturoynni og til Havnar. Ternan 1 siglir tríggjar túrar um dagin, og leiðin gongur frá Strondum til Toftir og síðani til Havnar og tekur tað umleið 50 minuttir. Skiparin umborð sigur, at higartil hevur eydnast heilt væl.

-Tað hevur verið heilt hampuligt av ferðafólki higartil, og so vítt eg veit, er ætlanin at halda fram við hesi sigling, ljóðar frá honum. Hann sigur, at tað sjálvandi ikki er hansara avgerð, hvussu verður við hesi sigling í framtíðini, tað er upp til politikararnar, men higartil hevur gingið heilt væl. Spurdur, um tað loysir seg fíggjarliga at sigla um Skálafjørðin, sigur hann, at tað veit hann ikki, tí tað hevur hann sum so einki við at gera, men eitt er heilt víst, og tað er, at hetta er ein fyrimunur fyri Føroya fólk, og serliga tey sum búgva inni í Eysturoynni. Prait hevur siglt um hesa leiðina fyrr, men nú hevur Ternan 1 sum sagt tikið yvir, og er tað eisini eitt størri og rúmligari skip enn Prait.