Skálafjørðurin sum ein sveiti

Fjórði FM kappróðurin í ár verður á skránni seinnapartin í dag. Fyrsta startskotið í FM róðrinum verður klokkan 15. Áðrenn farið verður undir FM róðrarnar vera barnaróðrar fyri gentur og dreingir á skránni.

Kappast verður á Skálafjørðinum í sambandi við, at tað er Eystanstevna. Róð verður á øllum trimum teinunum ? 1000, 1500 og 2000 metrum.

Í morgun er silvitni á Skálafjørðinum. Hann liggur sum ein sveiti, sum tað plagar at verða tikið til. Har er ikki ein ond, og tað speglast í fjørðinum.

Hann sigur frá góðum veðri seinnapartin: eitt lítið lot av eystri og landnyrðingi, turt og sólin fer at síggja. Hitin fer at liggja millum sjey og tólv stig.